Rógvi: Vit mundu blakað tað burtur

Hoyr ljóðsamrøðu við Rógva Holm, og frásagnirnar av teimum trimum málunum hjá HB

Fyri løtu síðani fekk Tróndur Arge orðið á Rógva S. Holm, verjuskansan og 2-0 málskjúttan hjá HB í dystinum í dag ímóti B36, sum HB vann 3-2.

 

Rógvi S. Holm fegnast um, at HB hevur rokkið fjórðingsfinalunum, men hann er alt annað enn nøgdur við dystarendan, har B36 mundi komið afturíaftur.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra samrøðuna Tróndur Arge hevði við Rógva S. Holm. Fremst í ljóðbrotinum hoyrast frásagnirnar av teimum trimum málunum hjá HB. Tróndur Arge segði frá dystinum á Rás2, og Teitur Joensen var viðmerkjari.