Hondbóltsútisetar: Rói og HØJ eru framvegis næstfremst

Føroyingaliðini Odder og Tønder eru ikki leys av niðurflytingarvandanum enn

Tað gjørdist ein misjavnur dagur hjá føroyinga-liðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini í dag.

 

Rói Berg Hansen skoraði seks mál tá lið hansara, HØJ á heimavølli vann ein sera týðandi 32-27 sigur á Team Sydhavsøerne sum saman við Grindsted er kappingarneyti hjá HØJ at tryggja sær annað og triðja plássið, ið geva rætt til Play Off dystir móti liðum úr bestu hondbóltsdeildini. Í steðginum var HØJ á odda 15-10.

 

HØJ og Grindsted hava 32 stig hvør, Team Sydhavsøerne hevur 31 stig nú tvey umfør resta.

 

Sunnudag 3. apríl spælir HØJ á útivølli móti HC Odense, ið er liðið hjá Róki Akralíð.

 

Leivur Mortensen skoraði tvey mál tá lið hansara, Odder tryggjaði sær eitt týdningarmikið stig í einum 31-31 javnleiki á útivølli móti Otterup. 

 

Komandi fríggjakvøld spælir Odder á útivølli móti HEI Skæring.

 

Sjúrður Olsen skoraði eitt mál tá lið hansara, Tønder á heimavølli tapti 28-31 fyri Skovbakken á heimavølli. Tað var serliga í fyrra hálvleiki, at tað gekk illa í hond hjá Tønder. Í steðginum var Skovbakken á odda 19-13.

 

Sunnudagin 3. apríl spælir Tønder á útivølli móti Team Sydhavsøerne.

 

Í botninum flyta tey niðastu liðini beinleiðis niður í triðbestu deildina. Fjórðaftasta og fimtaftasta liðið spæla Play Off dystir móti liðum úr triðbestu deildini. 

 

Støðan: 

 

 

 

Nr.Lið:DystirStig
1HC Midtjylland2444
2HØJ 2432
3Grindsted GIF2432
4Team Sydhavsøerne2431
5IK Skovbakken2428
6Otterup HK2425
7Ajax 2423
8Odder 2421
9TM Tønder2420
10HEI, Skæring2419
11FIF2417
12Roskilde2417
13HC Odense2414
14Vendsyssel2413