Stjórin á Føroya Fólkaháskúla seinastu 26 árini, Rói Patursson, leggur nú frá sær.
Tí verður í hesum døgum søkt eftir nýggjum stjóra til háskúlan frá komandi skúlaári.
Føroya Fólkaháskúli skipar hvørt ár fyri einum longri vetrarskeiði fyri føroyskum og útlendskum ungdómum.
Endamálið við undirvísingini er, at hon skal vera skapandi, mennandi og upplýsandi.
Virksemið hjá Háskúlanum er rættiliga umfatandi, og umframt fasta skeiðið, skipar háskúlin javnan fyri øðrum skeiðum so sum seniorskeiði, skriviskeiði, sjónleikaraskeiði, familjuskeið, filmsskeiði og eftirføðingarskeiði.
Skúlin byrjaði í 1899 í fyribilshølum í Klaksvík, til nýbygdur skúli stóð liðugur í Føgrulíð árið eftir.
Í 1909 var skúlin fluttur til Havnar, har hann hevur verið síðan.
Starvið sum háskúlastjóri er áramálssett í 5 ár og umsóknarfreistin er 15. juli.