Rói Berg Hansen framdi eitt gott avrik og skoraði seks mál, tá hann og liðfelagarnir í HØJ vunnu 36-31 á Rækker Mølle á heimavølli.
Tað gekk tó ikki heilt eftir vild í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Rækker Mølle á odda 18-16. HØJ vann sostatt seinna hálvleik 20-13, og harvið dystin 36-31.
Úrslitið merkir, at HØJ eru einsamalt oddalið í deildini við seks stigum fyri tríggjar dystir.
Komandi leygardag spælir HØJ á útivølli móti Grindsted, ið liggur aftast í deildini við ongum stigi.
Støðan:
Nummar | Lið | Dystir | Stig |
1 | HØJ | 3 | 6 |
2 | Rækker Mølle | 3 | 4 |
3 | Roskilde | 3 | 4 |
4 | Team Sydhavsøerne | 3 | 4 |
5 | TMS Ringsted | 3 | 4 |
6 | Aarhus HC | 3 | 4 |
7 | Ajax | 3 | 4 |
8 | TM Tønder | 2 | 2 |
9 | Odder | 3 | 2 |
10 | FIF | 3 | 2 |
11 | Skive | 3 | 2 |
12 | Otterup HK | 3 | 1 |
13 | IK Skovbakken | 2 | 1 |
14 | Grindsted | 3 | 0 |