Vágbingurin Róin Salberg Olsen fekk eina serstaka uppgávu í gjár, tá ið hann og Thilda Joensen gjørdu kaku til Twisted Sister.
Tað var í Kaffihúsinum í gjár, at Twisted Sister komu framvið, og fingu eina heilt serstaka kaku, sum var gjørd júst til teirra.
Róin Salberg Olsen skrivar á Facebook, at hann hitti manningina í Twisted Sister kvøldið fyri, og síðani bjóðaði teimum til kaku í Kaffihúsinum.
Í gjár fóru menninir í Twisted Sister so framvið í Kaffihúsinum, og fingu kaku, og skrivaðu samstundis autograf á veggin hjá Kaffihúsinum.