Rok í Eysturoynni av útlendingum

Ein er skuldsettur fyri harðskap og verður helst vístur av landinum

Í nátt varð løgreglan boðsend til eitt skeinkistað í Eysturoy, har nakrir útlendingar vóru so ólátaðir við eitt skeinkistað, at tey hildu, at tað var frægast at løgreglan kom upp í.

 

Rúsdrekka var uppi í og tað endaði við ein tann eini útlendingurin slóð ein føroying í andlitið.

Føroyingurin sum varð sligin, fór á sjúkrahúsið til kanningar, men hevur ikki fingið nevniverdan skaða.

 

Maðurin sum sló vrð handtikin og hann situr nú í varðhaldinum.

Seinni í dag  verður hann førdur fyri rættin og har fer løgreglan at heita á útlendingastýrið um at maðurin verður vístur av landinum og fær forboð fyri at koma aftur til Føroyar í eina tíð.