Tað bleiv akkurát so rokaligt í gjárkvøldið, tá flytingarvindeyga lata aftur í størsta partinum av Evropa, sum tú kundi rokna við, tá talan er um FC Barcelona í hesum døgum. Nýggjur í felagnum er Pierre Emerick Aubameyang.
Undan hesum kappingarárinum mátti FC Barcelona lata Lionel Messi fara, tí skuldi var so stór sum ongantíð fyrr. Síðani hava fleiri spælarar minkað um sáttmálan fyri at hjálpa felagnum, meðan aðrir eru farin í onnur feløg. Millum annað Philippe Coutinho, sum er farin til Aston Villa.
Longu um ársskiftið kom spanski landsliðsspælarin Ferran Torres frá Manchester City, og síðani 38 ára gamli Dani Alves. Í farnu viku kom óvanliga skjóti Adama Traore frá Wolerhampton. Hann er uppvaksin í FC Barcelona.
Í gjár bleiv arbeitt við fleiri møguleikum og tað endaði við at Pierre Emerick Aubameyang kom til felagið, og hevur gjørt ein 18 mánaðar sáttmála. Hann hevði ein risa sáttmála við Arsenal, har hann hevur verið útihýstur í eina tíð. Hann bleiv ógyldaður og tí kostar Pierre Emerick Aubameyang ikki FC Barcelona pengar fyri sjálvt skiftið. Tó er hevur felagið ikki almannakunngjørt keypið og tað varður mett, at orsøkin er spentan fíggjarliga støðan hjá felagnum.
FC Barcelona hevur eisini roynt at sleppa av við Osumane Dembelé, hvørs sáttmáli gongur úr í summar. Han bleiv keyptur fyri eina milliard krónur sum avloysari fyri Neymar, men tað er synd at siga, at skaðaplágaði fraklendingurin hevur livað upp til prísin og vónirnar.
Hann hevur fingið tríggjar møguleikar. Hann kann leingja sáttmálan og halda fram í felagnum, ella sita á bonkinum seinasta hálva árið. Triði møguleikin var at skifta felag í gjár, men tað vildi hann ikki. Forsetin í FC Barcelona sigur seg í dag vita, at Osumane Dembelé hevur gjørt sáttmála við annað felag til í summar, og tí vil hann einki.
FC Barcelona skal spæla í Europa League, men har kanst tú bara gera tríggjar broytingar frá bólkaspæli til endaspæl. Tí skal Xavi nú velja ein av nýkeypunum frá til Europa League.