Grønlendsku og kanadisku rækjuskipini hava rokfiskiskap. Grønlendska rækjuskipið Akamalik, har fleiri føroyingar eru við, fór í kvøld at sigla inn, teir hava roynt í 9 dagar og hava 473 tons av rækjum, sum verða landaðar í Sisimiut.
Flakatrolarin Sisimiut, har eisini fleiri føroyingar eru við, liggur í Sisimiut og landar svartkalva, teir hava 420 tons.