Fiskivinna
Tað eru ikki so nógvar sólskinssøgur í føroysku fiskiskipavinnuni í løtuni. Serliga er tað ísfiskavinnan, sum er í andglettinum fyri sínar húsagangir, nú seks skip nýliga eru farin undir hamaran, og vandi er fyri, at nøkur skip aftrat fara saman veg.
Og tó.
Vit skulu ikki mála hin versta á veggin, tí søgan sigur okkum, at tað kann ganga skjótt hvønn vegin í fiskiskipavinnuni og soleiðis eisini í ísfiskavinnuni.
Oljan er framvegis dýr, tó at prísurin fyri hvønn litur er lækkaður við smáum tveimum krónum seinastu mánaðirnar.
Roktúrur við lít
Millum sólskinssøgurnar um dagarnar eru tveir teir seinastu túrarnir, sum vestmannatrolararnir, Vestmenningur og Fram, hava gjørt suðuri á Bill Baily banka.
Á seinasta túri, har skipini fiskaðu í hálvt áttanda samdøgur, var veiðan tilsamans 640.000 pund, ið helst er størsta upsalast, sum føroyskir partrolarar nakrantíð hava fiskað.
Skipini fóru til fiskiskap næstseinasta leygardag og landaðu aftur mánadagin í hesi vikuni. Annar landaði í Saltangará og hin í Havn.
Tummas Christophersen, reiðari, letur væl at.
- Soleiðis gongur tað, tá tað gongur allar best.
Hann sigur, at tað er ikki bert veiðan, sum var óvanliga góð hendan túrin, men skipini seldu eisini væl. Fiskurin var góður, eini 80-90% var 2’arar, sum liggja omanfyri fýra kilo í vekt.
- Miðalprísurin hendan túrin var stívliga 6 krónur fyri kilo, sum er munandi betri prísur, enn skipini fingu í summar. Tá fingu vit kanska 4,70 fyri stóran upsa, sigur reiðarin.
Vestmenningur og Fram seldu hendan túrin fyri einar tvær miljónir krónur, sum gevur ein dekkarapart upp á einar 38.000-39.000 krónur.
Og tað er óført.
Góðir túrar
Men tað er ikki bara hendan túrin, at Vestmenningur og Fram hava fiskað og selt væl.
Á túrinum undan hesum, sum eisini var á Bill Baily, høvdu skipini eisini góðan fiskiskap. Tá fiskaðu tey 540.000 pund og seldu veiðina fyri 1,7 miljónir krónur, sum eisini er ein sera góður túrur.
Tummas Christophersen, reiðari, sigur, at Bill Baily kann roynast rættiliga skiftandi.
- Á fyrra túrinum doyði fiskiskapurin burtur, sum túrurin leið, men tá skipini so høvdu verið inni og landað og vóru komin útaftur á leiðina, var aftur nógvur fiskur at fáa.
Hann vísir á, at upsi er pelagiskur fiskur, sum flytir seg upp og niður í sjónum.
- Tá fiskurin heldur sær uppi í sjónum, fæst ikki fatur í honum, tí botntrolini ganga bara einar sjey metrar av botni og upp í sjógvin, leggur hann aftrat.
Sjey mans eru við Vestmenningi og Fram hvønn túrin, og skiparar á fyrst umrødda túri vóru Helgi Nielsen, sum førir Fram og Arvin Petersen, sum førir Vestmenning.
Báðir eru úr Vestmanna.
- Hetta eru túrar, ið tú sum reiðari og fiskimaður næstan bara torir at droyma um, men tað er vist, at hetta kemur væl við, sigur Tummas Christophersen.