Rokið á Atlantic Radio tykist halda fram. Fyrrakvøldið vóru aftur nógv av starvsfólkunum savnaði bæði uttanfyri og inni í bygninginum, har útvarpsstøðin heldur til. Tey eru har fyri at forða fyri, at eigararnir sleppa at flyta sendiútgerð út úr bygninginum áðrenn tey hava fingið ta løn, eigararnir skylda teimum. Hjá summum er talan um fleiri mánaðarlønir, meðan tað hjá øðrum er talan um upphæddir millum 10 og 20 túsund krónur.
Upp á takið
Fyrrkvøldið gjørdist rokið uttanfyri útvarpsstøðini einaferð so mikið hart, at løgreglan mátti koma upp í leikin. Onkur, ið als ikki hevur samband við Atlantic Radio, var farin upp á takið á útvarpsstøðini fyri at fáa meira rok í, men hetta eydnaðist ikki hesum báðum kúllunum. Løgreglan kom á staðið, og eru menninir skuldsettir fyri brot á politiviðtøkurnar.
Niðursligin
Sosialurin frættir eisini, at ein av myndamonnum sjónvarpsins varð niðursligin, tá hann royndi at taka myndir av eigarunum av útvarpsstøðini og mótmælisfólkunum. Tað frættist, at annar av eigarunum sló myndamannin beint í andlitið umframt, at eigararnir eisini royndu at koyra á myndamannin við einum bili. Løgreglan sigur seg tó einki vita um málið
Í løtuni er einasta starvsfólkið á Atlantic Radio ein telda, ið sendir tónleik út í luftina.