Rokið á Argjum: Bagge onga viðmerking - Jonas á FM1

Sámal Erik Hentze hevur takkað fyri seg á Argjum, men hevur onga viðmerking. Jonas Dal verður beinleðis á FM1 klokkan 17.45

Tað kom sum ein skelkur í gjár, at Sámal Erik Hentze brádliga valdi at gevast í AB. Hann bleiv fyri fjórðu ferð í yrkisleiðini settur sum venjari á Argjum í vetur. Við trý ára sáttmála skuldi hann byggja AB upp á nýggjum við hjálp av fleiri útlendskum spælarum.

 

Í gjár, eftir tíggju dystir og tíggju stig, valdi U21-landsliðsvenjarin at gevast í felagnum. Eftir at hava vunnið 4-1 á NSÍ í Runavík sunnudagin, stendur felagið nú uttan venjara til fjórðingsfinaluna í steypakappingini móti HB, sum verður í kvøld.

 

Høvðuspersónurin hevur onga viðmerking, tá hann verður spurdur um uppsøgnina. AB skrivar í skrivi á Facebook, at uppsøgnin kemur av, at tað ikki er samsvar millum ambitiónirnar hjá  venjaranum og felagnum.

 

- Orsøkin til uppsøgnina er, at ítróttarligu ambitiónirnar ikki samsvara millum felag og venjara. Tað er týdningarmikið at undirstrika, at uppsøgnin einki hevur at gera við søgurnar um AB í miðlunum, skrivaði AB á Facebook.

 

Sum In.fo hevur skilt á fleiri keldum, so er talan um eina ósemju millum Sámal Erik Hentze og leiðsluna í AB, har í millum ítróttarstjóran Jonas Dal Andersen. Sagt verður, at partarnir ikki eru samdir um leistin fyri restina av kappingarárinum og framtíðina í felagnum, tá tað kemur til spælarakeyp og hvussu hópurin skal setast saman.

 

Liðið er sett saman av fleiri ungum útlendskum spælarum, og ætlanin er at fleiri koma afturat. Í hinum endanum sæst eisini, at AB hevur leitað fram spælarar sum Mikkjal T. Hentze og Jobin Drangastein.

 

Jonas Dal Andersen hevur játtað, at gera samrøðu við FM1 í dag klokkan 17.45 um ítróttarligu støðuna við Sámal Erik Hentze. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum millum HB og AB í steypakappingini, sum byrjar klokkan 18.