Suni Jacobsen, borgarstjóri í Sørvágs kommunu, hevur ikki brúkt nógva orku til at seta seg inn í, hvørjar politisku ætlaninirnar eru við temum trimum sjúkrahúsunum. Tað er ikki nakað, hann hugsar mest um.
- Men síggja vit Føroyar úr fuglaperspektivi og við tí góðu samferðslu, vit hava í dag, hevði eingin ivi verið um, at einki sjúkrahús hevðu verið í Klaksvík. Tað er jú longri at koyra úr Gásadali til Havnar enn úr Klaksvík til Havnar, men eingin í Vágum hevur talað fyri, at vit skulu hava eitt sjúkrahús, sigur Suni Jacobsen.
Við Suðuroynni er øðrvísi, tí av landafrøðiligum orsøkum má eitt sjúkrahús vera har, sigur hann.
Hann heldur ikki, at atlitini til heilsuviðurskiftini og trygdina er ikki fremst orsøkin til, at norðoyingar sláa ring um sjúkrahúsið í Klaksvík. Tað man heldur vera arbeiðsplássini, sigur Suni Jacobsen.
Men hann væntar ikki, at nøkur broyting verður gjørd viðvíkjandi sjúkrahúsunum.
Annars heldur hann, at landsstýrið hevur ein forkláringstrupulleika. Tí hví skulu sjúkrahúsini hava eina felags leiðslu, tá ið økini á kommunala økinum skulu pettast sundur.
- Vit fáa kanska átta kommunur, og so skal alt býtast sundur í átta, skúlar eldraøkið og annað. Eg skilji tað ikki, sigur Suni Jacobsen.