Rokkarar sendu rúsevni til Føroya

Føroya rættur fór í morgun undir at viðgera eitt stórt rúsvevnismál, har fimm fólk eru ákærd. Av teimum eru tveir føroyingar.

Tá ið Norrøna kom til Føroya 24. juni, funnu tollararnir rúsevni í einum bili við tveimum fólkum í, eini kvinnu og einum manni.

Dagin eftir vórðu tvey bæði varðhaldsfongslað fyri afturlatnum hurðum, og síðan eru tríggir aðrir menn tiknir i málinum.

Í morgun vórðu tey bæði avhoyrd.

Maðurin, sum var dani, greiddi frá, at alt byrjaði við, at hann var komin at sláa ein mann, og hesin vísti seg at hava samband við rokkaraumhvørvið. Afturfyri góvu rokkararnir honum eina bót, sum var 25.000 krónur, og tá ið hann ikki kundi útvega teimum neyðuga peningin, varð honum álagt at gera eitt arbeiði. Arbeiðið var at fara til Føroya við rúsevnum. AK81 varð nevnt.

Kvinnan, sum eisini var donsk, var hansara fyrrverandi unnusta. Sambært henni varð hon meira ella minni noydd at fara við til Føroya.

Serliga maðurin noktaði at svara upp á allar spurningar, og tað var av ótta fyri hevnd, segði hann.

Maðurin, sum skuldi taka ímóti rúsevnum, er eisini ákærdur, men hann ætlar ikki at siga nakað. Ein dani vil heldur einki siga.

Rættarfundurin heldur fram seinnapartin og í morgin eisini.