Eini 100-200 ung kendu seg snýtt, tá tey skuldu á rokkkonsert á Kambsdali leygarkvøldið. Tey ungu høvdu keypt atgongumerki, ið høvdu ferðing íroknaða. Men tá tey skuldu úr Steinatúni, kravdu bussførararnir, at tey goldu 100 kr. fyri bussferðina, segði Útvarp Føroya á miðdegi í gjár.
Á plakatunum lýsti fyrireikarin, ið er Mark Joensen við, at tey, ið keyptu atgongumerki áðrenn 14. desember sluppu okeypis við bussi til Kambsdalar, tó var viðmerkt, at talan var um avmarkaða nøgd av atgongumerkjum.
Tulking av áðrenn
Mark Joensen sigur, at hann varð tikin av bóli av stóru luttøkuni. Tí hann ringdi í Kunningarstovuna mikudagin, tá freistin sambært Mark var úti, og tá høvdu einans seks fólk keypt atgongumerkið. Men fríggjadagin ringdi Kunningarstovan til hansara og segði at øll 110 atgongumerki vóru seld. Sambært Kunningarstovuni er tað rætt, at 13. vóru einans 6 atgongumerkið seld, men 14. vóru 65 atgongumerki seld. Hetta gerst sostatt ein tolking av orðingini áðrenn 14., ið Mark sigur merkja til og við 13. Ingigerð á Trøðni sigur, at Kunningarstovan einki visti um ókeypis bussferðina, annað enn tað, ið tey ungu søgdu, tí Mark hevði ikki upplýst nakað um hetta. Hetta gjørdi sjálvsagt tað, at tað var ómøguligt hjá bussførarum at skina ímillum atgongumerki keypt áðrenn og aftan á 14..
Vil hava peningin aftur
Lilja Holm Mortensen, ið er ein av teimum ungu, ið kendi seg illa viðfarna, segði við Útvarpið, at hon fer at krevja peningin aftur, og segði, at hetta hevur oyðilagt kvøldið fyri hana, og eisini jólafrítíðina, legði hon afturat. Hon segði, at hon fekk at vita, tá hon keypti atgongumerkið, at hon bara skuldi vísa tað í bussinum, so slapp hon ókeypis við. Men í Steinatúni kravdu bussførararnir 100 kr. frá øllum, og søgdu seg einki kenna til ókeypis ferðingina.
Mark sigur frá, at hann fríggjadagin ringdi til teir sum vanliga takað sær av náttarbusskoyringini, og greiddi gjølla frá, hvussu støðan var. Teir lovaðu honum, at 3 bussar skuldu koyra tey 110 fólkini, ið høvdu keypt atgongumerki í forsølu á Kambsdal.
Norðurlandahúsið ónøgt við óskil
Elin Hentze fyriskipari av FO/DK konsertferðunum var sera vónsvikin, tá portalurin fekk orð á hana í dag. Hon segði, at óskilið á Kambsdali fór at fáa avleiðingar fyri alt framtíðar samstarv við Mark Joensen.
FO/DK konsertferðirnar, ið Norðurlandahúsið, Føroya Undirhaldstónleikarafelag, DJBFA og Dansk Artistforbund skipa fyri, lat tveir av bólkunum á rokkkonsertini á Kambsdali í gjárkvøldið. The Dreams og The Royal Highness hava í vikuskiftinum verið á konsertferð saman í Havn, í Klaksvík og endaðu ferðina við luttøku á rokkkonsertini í Kambsdali saman við Páll Finnur Páll.
Vánalig fyriskipan
Sambært Elina Hentze, var fyriskipanin á Kambsdali út av lagið vánalig. Konsertirnar í Atlantis og Kagganum gingu ótrúliga væl, men fyri, at bólkarnir skuldu sleppa at spæla fyri fleiri fólkum, varð avgjørt, at samstarva við Mark Joensen, ið frammanundan høvdu konsert við Páll Finnur Páll og DJ Switch í høllini á Kambsdali.
Møguleiki at spæla fyri fleiri áskoðarum
Sjálvt endamálið við FO/DK konsertferðunum er at geva føroyskum og donskum bólkum møguleika at spæla fyri áskoðarum hjá hvør øðrum, og at geva føroyskum og donskum áskoðarum møguleika at uppliva tónleik, tey annars ikki høvdu upplivað. Tí valdu fyriskipararnir at lata bólkarnar spæla á tiltakinum, uttan at hetta kostaði Mark Joensen nakað.
Elin segði, at tey einki høvdu við fyriskipanina annars at gera. Hon var skelkað yvir manglandi professionalismuna hjá Mark Joensen. Tá Elin fekk frænir av, at ung fólk sótu í Havn og bíðaðu uttan at sleppa við, setti hon seg beint í samband við Mark Joensen úr Mark Joensen, ið skuldi loysa trupulleikan. Hon bað eisini tey, ið ringdu til sín, um at ringja til Mark. Mark vissaði henni um, at eingin var snýttur, og at talan var um, at onkur, ið hevði keypt atgongumerki ov seint, kravdi at sleppa ókeypis við bussinum. Tað var ikki fyrr enn tiltakið var av, at Elin skilti, hvussu stórur trupulleikin var.
Óprofessionelt úr enda í annan
Hon vísti á, at tiltakið var óprofessionelt úr enda í annan. Ljóðroyndirnar vóru t.d. fimm tímar seinkaðar, og The Dreams sótu á Kambsdali og bíðaðu hesar nógvu tímar. Nógv óskil var eisini á øllum tí tøkniliga, og bæði The Dreams og danski bólkurin The Royal Higness var sera ónøgdur við óskilið.
Heilt burturvið
Hon segði, at Norðurlandahúsið, ikki hevði havt nakað við atgongumerkini at gera, og tí var ikki so nógv í Norðurlandahúsið kundi gera við at lata peningin aftur fyri atgongumerki. Men hon skilti væl tey ungu og minnist væl sjálv, hvussu nógv tílíkt hevði at týða fyri hana, tá hon var ung. Tí heldur hon framferðina hjá Mark Joensen vera heilt burturvið.
Manglandi konsentratión
Mark biður í skrivið til fjølmiðlarnar Norðurlandahúsið, Elina Hentze og bólkarnar um umbering fyri hetta, ið sambært honum er orsakað av manglandi konsentratión hjá honum.