Rokkurin og Sancy verða verandi Vági

Reiðarin avsannar bæði, at at teir eru seldir og arbeitt verður fyri at selja teir

Fiskivinna

? Vit hava ikki selt skipini og vit arbeiða heldur ikki við nakrari sølu.
Helgi Augustinussen, reiðari í Vági, avsannar, av tvey av teimum heilt fáu skipunum, sum eru eftir í Vági, eru seld.
Annars hava leysatíðindini gingið sum rótasúpan um, at bæði Roc Amadour og Sancy eru seld.
Ein keypari, sum hevur verið nevndur, er JFK-Trol í Klaksvík.
Men í farnu viku avsannaði Hanus Hansen, stjóri í JFK-Trol, at hald var í hesum.
Tá eydnaðist ikki at fáa fatur á reiðaranum sjálvum, Helga Augustinussen, men hann avsannar nú somuleiðis at bátarnir eru seldir.
Hann sigur eisini, at tað verður ikki arbeitt við at selja teir.

Rokkurin Fiskibann
Annars liggur Roc Amadour í Vági i løtuni, tí hann hevur fiskibann.
Tá ið hann avreiddi í Klaksvík, vístu stakroyndir, at ov nógvur smáfiskur var upp í lastini og tað kostaði honum fiskibann í tríggjar vikur.
Hann hevur nú ligið í eina viku og skal sostatt liggja í tvær vikur afturat.
Reiðarin heldur, at tað er nógv fyri at fáa fiskibann fyri tað um teir royna at avreiða til eitt føroyskt virki og sostatt royna at varðveita arbeiðið á føroyskum virkjum, men avreiddu teir uttanlands ístaðin, var onki hent.