Næstseinasta leygardag vann Kyndil á H71 í nýggju kappingini Café Natúr Cup, og sunnudagin vóru kyndlamenn aftur omaná í eini tættari, spennandi og dramatiskari uppgerð millum tey bæði høvuðsstaðarliðini.
Tríggjar ferðir høvdu dómararnir reyða kortið á lofti, og hvørja ferð var tað H71, tað gekk út yvir. Fyrst noyddist Róaldur Jákupsson at takka fyri seg ? tá vóru tríggir minuttir spældir av seinna hálvleiki ? eftir fyri aðru ferð at hava tikið alt ov harðliga í kyndlaspælara við fullari ferð móti málinum, og í næstseinasta minutti av dystinum noyddust bæði Hallur Danielsen og Jákup Símun Simonsen út eftir at hava tikið munnin ov fullan.
Støðan, sum elvdi til hesar seinnu burturvísingarnar, tók seg upp í einum H71-álopi, tá Jakob Jónsson blokeraði, og bólturin kom í máldómaran, sum stóð inni á vøllinum. Hoyvíkingar ilskaðust, og tað sá eisini út til, at Kyndlavenjarin vardi innanfyri, men spælið steðgaði ikki, og Hannis Wardum setti ferð á frameftir. Ein H71-spælari tók hann, tá hann var á veg inn í málteigin, dómarin bríkslaði, og so var aftur øði í. Endin varð, at tveir H71-arar fingu reyða kortið, og Kyndil fekk fríkast (!). Dómararnir høvdu tá mist takið á dystinum, og teir skulu fegnast um, at so stutt tíð var eftir.
Tá var ein minuttir eftir, og støðan var 24-23 til Kyndil. Fleiri mál komu ikki, og Kyndil vann sostatt á H71 í landskappingini fyri fyrstu ferð síðani 15. februar í 1997, tá teir vunnu 26-24. Síðani tá hevur H71 vunnið fimm ferðir í landskappingini umframt steypafinaluna seinasta kappingarár, men hesaferð var Kyndil so omaná aftur.
Dysturin var annars sum so ikki tað stóra at minnast aftur á. Hans Guðmundsson var ikki til at steðga og skeyt heili 17 av teimum 23 málunum hjá H71. Næstbesti málskjútti hjá hoyvíkingum var Halgir Dal Olesen, sum skeyt tvey mál?
Liðini fylgdust allan vegin uppeftir, og sostatt varð spenningurin varðveittur heilt til seinasta minuttin. Baðir partar byrjaðu við øgiligari ferð, men móti endanum av fyrra hálvleiki, tá tað var greitt, at hvørki av liðunum megnaði at sleppa frá hinum, minkaði ferðin eitt sindur.
Í seinna hálvleiki helt Hans Guðmundsson fram, har hann slepti í fyrra, men Kyndla-venjarin Jakob Jónsson kom nú eisini væl við. Um vit hyggja at dómaraseðlinum, síggja vit m.a., at frá 15. til 20. minutt fingu liðini fýra mál í part, og tað vóru bara hesir báðir, sum skutu málini.
Ferðin var eisini høg í seinna hálvleiki, og eingin legði fingrarnar ímillum í verjuspælinum. Kyndla-verjan hevði sera trupult við at verja fyri skotunum hjá H71-venjaranum, men hinir hoyvíkingarnir fingu sera lítið burturúr. Ein kann av hesum fara at hugsa um, hvussu H71 man fara at standa seg, um tað av onkrari orsøk ikki ber til hjá Hans Guðmundsson at spæla onkran dystin?
Hjá Kyndli spældu Rúni Poulsen og Uni Wardum eisini ein góðan dyst, og ein av bestu detaljunum í dystinum var, tá Uni sera kaldur lobbaði eitt brotskast upp um H71-málverjan Jens Skipagøta, sum annars stóð ein góðan dyst, og legði Kyndil á odda 14-12.
Størri var munurin ikki, men Kyndil dróg longsta stráið, tá avtornaði, og hóast munurin bert var eitt mál, so var greitt, at kyndlamenn hava fleiri streingir at spæla upp á í álopinum, og at verjan hjá teimum spælir betur, enn hon gjørdi í fjør.
H71 hevði ikki eydnuna við sær sunnudagin, men tað eigur at geva teimum »stof til eftertanke«, at ein maður einsamallur skjýtur 17 av 23 málum. Vit vita, at menn sum Jákup Símun Simonsen, sum stóð á dómaraseðlinum, men sum ikki var á vøllinum sunnudagin, og Halgir Dal Olesen eisini duga at skora, og tað verður eisini neyðugt í komandi dystum. Tað ber illa til, at ein maður einsamallur skal vinna dystirnar fyri hoyvíkingar, men tað mundi hent sunnudagin.
Kyndil-H71 24-23 (10-10)
Kyndil: Jakob Jónsson 9, Rúni Poulsen 5, Uni Wardum 5 (4), Hannis Wardum 3, Nicolai W. Balle 1, Bjarni Wardum 1.
H71: Hans Guðmundsson 17 (3), Halgir D. Olesen 2, Bárður Brimvík 1, Annfinn N. Debes 1, Petur M. Poulsen 1, Olaf Vestergaard 1.
Útvísingar: Kyndil 2, H71 4.
Burturvísingar: Kyndil 0, H71 3.