Rokna ikki við verkfalli enn

Partarnir arbeiddu í gjar við at viðgera umfatandi sáttmálastrukturellar broytingar, sum Reiðarafelagið hevur stungið út í kortið.

Allan gjár gingu menn aftur og fram niðri á Hotel Hafnia. Har fara nevnilga sáttmálasamráðingarnar millum manningarfeløgini og Reiðarafelagið fram.

Hóast sáttmálin var settur at ganga út á miðnátt í gjár, so tóktist ikki, sum nakar roknaði ið verkfalli júst tá.

Lagið var sum heild gott og nakað eftir døgurða í gjár varð enn arbeitt partana millum við redaktiónellum sáttmálaspurningum.

Óli Jacobsen, formaður í Føroya Fiskimannafelag, helt seg ikki kunna siga stórvegis í gjár um gongdina, annað enn, at enn vóru tey stóru málini ikki til viðgerðar.

Tað er Føroya Reiðarafelag, sum hevur sagt sáttmálan við manningarfeløgini upp og Óli Jacobsen hevur áður ført fram, at Fiskimannafelagið sum so ikki hevði nakað stórvegis ímóti at halda fram við gamla sáttmálanum.

Semingsmenninir John Rajani og Niels Sørensen høvdu í gjár góðar vónir, men váttaðu, at tað vóru umfatandi sáttmálastrukturellar broytingar, sum Reiðarafelagið setti fram.

Millum annað er uppskot viðvíkjandi manningarpørtum um at fara frá eykapørtum til eina býtisskipan, har eftir ávísum reglum verður roknað í prosentum.

Annars mettu semingmenninir, eins og Óli Jacobsen, at trupulleikar neyvan stungu seg upp viðvíkjandi Føroya Fiskimannafelag, men møguliga við onkrum av hinum manningarfeløgunum. Møguliga yvirmonnunum.

Men í gjár var ikki komið so langt við samráðingunum, at til bar at siga nakað ítøkiligt og semingsmenninir gjørdu vart við, at tað als ikki var víst, at nakað av tí, ið arbeitt varð við, bleiv veruleiki.

Semingsmenninir mettu, at enn røktist einki fyri verkfalli, men løgdu afturat, at slíkt er altíð ilt at meta um.

Óli Jacobsen helt eftir døgurða í gjár lagið framvegis vera gott á monnum, og hann segði, at í øll árini, hann hevði verið við til samráðingar, so mundi hava eydnast at funnið eina loysn í 9 av 10 førum, so hann var bjartskygdur.

Ikki fyrr enn í dag er nakað meira ítøkiligt at frætta av Hotel Hafnia.