8.000 atgongumerki til ársins Summar Festival eru longu farin út millum fólk, og roknað verður við, at talið á gestum kemur upp á 10.000 aftur í ár.
Ársins Summar Festivalur verður fult á hædd við undanfarnu festivalar, tá ið tað kemur til talið á vitjandi. 8.000 atgongumerki eru longu farin í umfar millum fólk, og forsølan gongur framvegis sera væl. Roknað verður tí við, at talið á vitjandi fer at koma ímóti 10.000 aftur í ár.
- Vit merkja aftur í ár ein sera stóran áhuga fyri Summar Festivalinum, og forsølan er hædd við tað, sum vit seldu í fjør. Tí vita vit longu nú, at tað koma sera nógv fólk á festivalin um vikuskiftið, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyrireikarunum av Summar Festivalinum.
- Tað eru kend útlendsk nøvn og góðir føroyskir bólkar, sum draga so nógv fólk á Summar Festivalin aftur í ár, heldur hann.
Summar Festivalurin varð hildin fyrstu ferð í 2004, og í ár fer samlaða talið á festivalgestnum at runda 60.000 væl og virðiliga.
Ársins Summar Festivalurin byrjar í kvøld og heldur fram fríggjakvøldið og leygardagin.