Landsdystur
Tað varð ein drúgv ferð hjá føroyska liðnum til Rumenia. Føroyski hópurin fór úr Vágum týsmorgunin kl. 11 við Atlantsflog, og ikki fyrr enn eftir nátturðatíð mikukvøldið var liðið komið á gistingarhúsið í Rumenia. Tað var ikki sørt, at menn vóru moyrir, tá ið Sosialurin fekk fatur á landsliðsvenjaranum, Lars Nedergaard, stutt eftir at teir vóru komnir á gistingarhúsið.
Góðar umstøður
Tá ið føroysk ítróttarlið hava vitjað í onkrum av teimum fyrrverandi kommunistisku londunum, hava umstøðurnar ikki altíð verið av teimum bestu. Lars Nedergaard sigur, at teir vóru ikki sørt spentir upp á umstøðurnar í Rumenia, men framkomnir kunnu teir bert staðfesta, at umstøðurnar eru á eini heilt góðari leið. Gistingarhúsið er gott, og maturin er somuleiðis góður.
Mikukvøldið skuldi hópurin hava ein stuttan fund eftir nátturða, og síðani var farið eftir høvdinum í song. Hósdagin var ein venjing á skránni, og í morgun skuldi liðið so hava eina stutta og lætta venjing. Fyrsti dysturin á ferðini verður leiktur seinnapartin í dag kl. 17.00 rumenska tíð, sum er tveir tímar framman fyri okkum.
Til dystin í dag rokna rumenar við okkurt um 1500 áskoðarum, meðan til seinna dystin, sum verður leiktur sunnumorgunin kl. 11.00 rumenska tíð, verður roknað við fullum húsi, tað vil siga 3000 áskoðarum.
Lars Nedergaard sigur, at føroyska liðið skal rokna við heilt øðrum karmum til dystirnar, enn hvat teir eru vanir. Eystureuropeiskir hondbóltsáskoðarar halda ein øgiligan gang undir dystinum, og vit kunnu rokna við rómaraljósum og kanónsløgum, sigur Lars Nedergaard, landsliðsvenjari. Hann leggur aftrat, at tað verður umráðandi hjá okkara leikarum at megna at halda konsentratiónina um dystin og ikki larmandi áskoðarafjøldina.
Eli er einasti ivasami leikarin
Sambært Lars Nedergaard er føroyski hópurin væl fyri. Hýrurin er góður, men tríggir leikarar fáa viðgerð upp undir dystirnar um vikuskiftið. Tað eru teir tríggir Ingi Olsen, Halgir Dahl-Olesen og Eli Müller. Lars Nedergaard sigur, at hann væntar fyri vist, at Ingi og Halgir verða klárir til dystin, meðan tað er meira ivasamt við okkara málverja Eli Müller. Eli hevur ein skaða í lærinum, sum av fyrstan tíð ikki var mettur at verða so álvarsamur, men nú vísir tað seg, at vit møguliga noyðast at verða uttan Eli í málinum ímóti rumenum. Um so verður, er tað einki at ivast í, at tað er ein dyggur smeitur fyri føroyingar.
Rumenar vænta at vinna við 15-20 málum
Spurdur um hvørja mótstøðu vit kunnu rokna við um vikuskiftið, sigur føroyski landsliðsvenjarin, at vit hitta eitt sera sterkt lið, ið er mannað við nógvum stórum og skotsterkum leikarum. Lars Nedergaard sigur, at fyri bert tveimum árum síðani vunnu rumenar ein greiðan sigur á normonnum í Rumenia, og styrkina hjá norska landsliðnum kenna vit jú alt til.
Rumenar rokna eisini við, at tað verður ein løtt uppgáva at basa føroysku amatørunum, og Lars Nedergaard sigur, at hann hevur hoyrt, at rumenar rokna við at vinna við einum 15 til 20 málum ímóti okkara monnum.
Føroyski landsliðsvenjarin nevnir í sama viðfangi, at til dystirnar um vikuskiftið verður tað eitt dómarapar úr Italiu, ið skal stýra dystunum, og tað metir Lars Nedergaard ikki er til okkara fyrimun. Tað verður mangan sagt, at suðureuropeiskir dómarar ofta lata seg ávirka av áskoðarafjøldini, men lat okkum vóna, at so verður ikki í hesum føri.