Norðoya Sparikassi er saman við Safari Transport størsti einstaki íleggjarin í Faroe-Jet. Umvegis íløgufelagið, Niels Finsensgøta 7, hevur Sparikassin sett 2,5 mió kr. í ætlanina, og stjórin, Eyðfinn Reyðberg, sigur, at teir fyrst og fremst síggja hetta sum eina íløgu.
- Okkara íløgufelag telist jú ikki millum tey stóru, men vit royna tó at finna áhugaverdar ætlanir, har vit kunnu vera við. Og soleiðis síggja vit eisini hesa íløguna. Og tað eru vit ikki teir einastu, sum halda. Tey, sum hava verið við í stovnanini, eru fyri tað allar mesta nakrar sera væl riknar fyritøkur. Og tað í sjálvum sær er eisini eitt barometur fyri seriøsitetin, sum liggur í hesum.
Tað vil siga, at tit rokna við einum hampuligum avkasti upp á hetta?
- Tað ger vit heilt sikkurt. Við vøkstrinum, sum hevur verið í ferðafólka- og farmaflutningi, so ivast vit ikki í, at tað er grundarlag fyri enn einum flogfelagið. Samstundis royna vit at skapa eitt felag, sum burturav er føroyskt. Vit kunnu jú standa í teirri støðu, at Atlantic verður eitt útlendskt felag, tá einskiljingin er liðug, og tí halda vit, at tað er tørvur á hesum, sigur Eyðfinn Reyðberg.
Spurdur, hvørt hetta eisini er eitt slag av hjálp til sjálvhjálp, har Sparikassin roknar við at fáa ein stóran kunda, sigur hann, at hetta hevur als ikki verið tosað um.
- Vit fara sjálvandi at liggja framvið, og eru vit kappingarførir, so rokni eg við, at vit hava ein góðan møguleika, men tað verður so á jøvnum føti við aðrar peningastovnar.
- Tað stutta av tí langa er, at vit síggja hetta sum eina góða íløgu. Eg rokni eisini við, at hetta verður nakað, sum fer at koma øllum til góðar. Eisini Atlantic Airways, sigur Eyðfinn Reyðberg at enda.