Tað gongur væl hjá AaB í superliguni, og tað sæst eisini aftur í talinum á áskoðarum, sum koma til dystirnar á heimavøllinum í Aalborg. Heimasíðan hjá AaB skrivar, at roknað verður við meti fyri hetta kappingarári á Aalborg Stadion sunnudagin. AaB skal spæla ímóti Randers FC, og helst verða tað fleiri enn 9.000 áskoðarar til dystin. Í AaB viðurkenna tey, at tað er støðan í toppinum á stigatalvuni sum ger, at áhugin fyri fótbóltinum er so stórur í løtuni. Føroysku spælararnir í AaB verða ikki við um vikuskiftið, tí teir eru báðir skaddir.