Rokna við nógvum fólki í Skopun í morgin

Hátíðardámur verður í Skopun í morgin, leygardagin, tá tey aftur skipa fyri kassabilakappkoyring í bygdini. Sama tiltak var fyri tveimum árum síðani, og tá var undirtøkan sera góð. Fleiri bilar kappaðust, og nógv fólk vitjaðu.

 

– Tað er eingin tilmelding til tiltakið. Tað var tað heldur ikki seinst. Tá visti eg um fýra bilar, og tað komu 14. Hesaferð veit eg eisini um fýra bilar, so eg eri rættiliga spent.

 

Tað sigur Kristvør Kolden, sum aftur hesaferð skipar fyri tiltakinum. Hon sigur, at tey vænta nógv fólk leygardagin. Seinast vóru um 300 fólk til tiltakið.

 

Veðurforsøgnirnar eru eisini góðar. Seinnapartin boðar hann frá sólglottum, og tað verður lot til gul av vestri. So umstøður tykjast verða til ein góðan seinnapart í Skopun.

 

Tiltakið byrjar við skrúðgongu á kaiini uttan fyri Kunningarstovuna. Tá skulu kassabilarnir – við fløggum – vera klárir.

 

Kristvør Kolden, sigur, at tey fegin vilja hava ellisakfør at koma við eisini.

 

Skráin fyri dagin sær soleiðis út:

 

Kassabilakappkoyringardagur

 

Skrá:

 

Kl 14.00

Skrúðgonga av kaiini, havið kassabil, fløgg og gott lag við.

 

Ellisakfør eru vælkomin við og koyra fremst.

 

Kostnaður er 50 kr børn 4-14 ár Vaksin og børn 0-3 ár ókeypis

Kl 14.15

Innritan av kassabilum til kappkoyringina, røða og sangur á Torginum

Kl 14.30

Sølutorg, spæliøki o. a.(matarsøla frá Samljóð og Kafe Muh Muh )

Kl 15.00

Kappkoyringin

Kl 16.00

Útikonsert – Doris Isador, Emma og Noomi, Malena o.o.

Kl 17.00

Heiðursmerkini/Steyp verða handað

Kl 18.00

SkopunarCamping hugnakvøld, felagsangur og grilling


 

Kappingarnar verða hesar:

1 SKJÓTASTI BILUR

 

2 KREATIVASTI BILUR

 

3 TRYGGASTI BILUR

 

Treytin er at: kassabilurin skal vera heimagjørdur, hava róður og bremsur, og førarin skal hava hjálm. Fimm børn kunnu verða í hvørjum liði, bert ein kann koyra í senn, førarin skal verða millum 7- 12 ár.

 

Dómarar verða:

Halleluja Sofus, Kemm Poulsen og Sofus Joensen

 

TRÝST HER fyri at lesa repotasju úr Sosialinum um kassabilakappkoyringina í 2014.

 

Til ber at síggja kykmyndir frá kappingini seinast VIÐ AT TRÝSTA HER