Roknar við gullinum

Árni Rein er á ongan hátt bangin um, at B36 í ár fer at missa FM-heitið á gólvið. Tað hevur hann annars fleiri ferðir verið vitnið til sjálvur, tí hóast teir ofta vóru nær við, so eydnaðist ongan tíð B36 at basa ?66 liðnum hjá KÍ. Millum annað tí teir í ?68 taptu ein serstakan dyst móti HB

 

Grannauppgerð


Í tíðarskeiðinum 1965-1971 taldist Árni Rein millum stinnastu spælararnar á besta B36 liðnum, sum tey árini taldust millum tey sterkastu í landinum, hóast tað ongan tíð gjørdist talan um nakað FM-heitið.

Tá í tíðini vóru ikki so øgiliga nógvir dystir á skránni, men millum teirra, sum taldust millum teir stóru, vóru dystirnir móti grannunum úr HB. Nú seinna grannauppgerðin í ár stendur fyri framman, ringdu vit til Árna, og eins og vinmaðurin á síðuni hinumegin, so var Árni fúsur til eitt lítið prát um hetta.


Fleiri ferðir nær við

Á síðuni frammanfyri nevndir Eirikur, at tá hann spældi, so var tað aloftast HB, sum hevði takið á grannunum, men Árni er skjótur at siga, at undan hesum var støðan øvugt.

- HB var meistari frá 1963-1965, meðan vit í ?65 vunnu Ísafjarðabikarið. Ein dystur, sum HB annars átti at vunnið, sigur hann smílandi.

- Vit vóru annars nær við hesi árini. Ikki minst í 1965. Tað var ta ferðina, at leikararnir stóðu á pallinum í Sjónleikarahúsinum og sungu »í ár verða vit føroyameistarar«. Eg var akkurát komin á fyrsta lið, og minnist at eg saman við Hugini Samuelsen stóð undir trappuni. Vit vóru teir yngstu á liðnum, og vit ætlaðu okkum so ikki upp á pallin.

- Í ?67 voru vit nær við, men taptu óneyðugt í Vági, og í 1968 var so at siga alt klárt. Vit høvdu VB og TB á heimavølli teir báðar seinastu dystirnar, og vit skuldu bara hava tvey stig fyri at gerast meistarar. Eg haldi vit høvdu vunnið vunnið 5-0 í Vági og 7-0 á Tvøroyri. Vit taptu so móti VB og spældu javnt móti TB, og tveittu soleiðis alt burtur, meðan KÍ gjørdist meistari.

- Tað er tó eisini ein frágreiðing til, hví tað gekk so illa teir báðar seinastu dystirnar. Vit høvdu verið í Noreg og spælt, og tá fleiri leikarar ikki høvdu borið seg serliga sømiligt at, vórðu hesir avsettir til seinastu dystirnar. Vit vóru nakrir ungir á liðnum, sum ikki vildu spæla, um hinir vóru við, og soleiðis bleiv tað. Vit komu eisini í steypafinaluna við øllum eykamonnunum tað árið, men kiksaðu so móti HB.

Hóast tað soleiðis kann tykjast, sum um fótbólturin ikki altíð varð tikin í so stórum álvara, so er Árni tó ikki samdur í hesum.

- Tá talan var um venjing og dystir, vóru allir sera seriøsir, men livimátin var kanska ikki altíð hin rætti. Eg minnist millum annað, at hóast kappingin ikki byrjaði fyrr enn í mei, so byrjaðu vit at renna í febrar, so vit vóru sera væl fyri. Kanska eisini tí flestu leikararnir høvdu kropsligt arbeiði í gerandisdegnum, og tí høvdu sera lætt við at koma í venjing.

- Annars var nokk so stuttligt, at eingin roykti á liðnum hjá okkum. Í øllum førum ikki nakað av týdningi, so hesum høvdu vit ikki trupulleikar av, meðan tað væl kundi vera øðrvísi við tí váta slagnum. Tá tað var á skránni, gingu vit tó allir við sigar, so fólk vistu í øllum førum, nær vit vóru í býnum, sigur hann flennandi.


Vóru klókari

Tá vit tosa um spælið tá og nú, so heldur Árni sjálvsagt, at stórur munur er á fótbóltinum tá og nú.

- Tað veitst tú. Tað er so nógv, sum er broytt. Bæði vøllur, venjing og umstøður annars vóru heilt øðrvísi, men tað er ikki alt, sum er broytt til hitt betra.

- Eg haldi sjálvur, at vit tá høvdu fleiri klókar leikarar. Leikarar, sum veruliga nýtti høvdið, meðan teir spældu. Í dag er tað ofta soleiðis, at leikararnir spæla við høvdinum undir arminum, tí teir bert hugsa um ferð, og tað kann irritera meg, tá so er.

- Annars haldi eg eisini, at samanhaldið millum leikararnar var ótrúliga gott tá í tíðini. Millum fleiri av mínum bestu vinmonnum eru leikarar, sum tá spældu við HB. Vit vóru altíð saman, og hóast eg altíð havi verið B36?ari, so var eg í Danmark við dreingjaliðnum hjá HB í ?66. Vit vóru nakrir úr B36, og saman við øllum teknikarunum á HB-liðnum vunnu vit allar dystirnar. Eisini móti Svendborg, sum annars kom í DM-finaluna tað árið. Tá minnist eg eisini, at Eirikur var eykamaður, leggur hann flennandi afturat.

- Áskoðararnir eru hinvegin akkurát teir somu nú, sum teir vóru tá. Har eru teljast nakrrir fanatikarar ímillum, men millum spælararnar haldi eg ongantíð, at nakar trupulleiki hevur verið.


Umdystur í ?68

Um dystirnar móti grannunum heldur Árni, at hesir altíð vóru sera spennandi. Talan var bert um átta landskappingardystir og so tveir til tríggjar steypadystir um árið, og teir móti grannunum taldust altíð millum teir størstu av hesum.

Spurdur, um tað er nakar av hesum, sum hann minnist serliga væl, svarar Árni, at hann minnist teir allar.

- Eg varð ikki fastur maður á besta liðnum fyrr enn í 1967, tá Walter Pfeiffer gjørdist venjari. Hann var annars fyrsti professionelli venjarin í Føroyum, og kanska hevur hann eisini verið hin besti.

- Tað árið vunnu vit 3-0 í fyrsta dystinum móti HB, og eg minnist at Walter var somikið glaður, at hann segði við okkum, at í hetta kvøldið sluppu vit í býin. Nakað sum vit annars høvdu avtalað var liðugt, meðan kappingin vardi.

- HB hevði annars eitt ættarliðsskifti um hetta mundi. Fleiri ungir leikarar komu við, og serliga var stórur munur millum kropsliga, so eg haldi, at vit høvdu takið á teimum í eini fimm til seks ár. Eg minnist tó, at vit taptu ein umdyst móti teimum í ?68.

- Hóast mann sjálvandi altíð minnist sigrarnar best, og so var hesin umdysturin nakað heilt serligt. Tað var soleiðis, at í upprunaliga dystinum millum HB og B36 var dómarin sjálvur liðformaðurin hjá KÍ, Magnus Kjelnes, og sjálvandi passaði tað honum væl, um HB vann dystin.

- Tað var ein sera løgin dystur. Eg minnist millum annað, at ein eykamaður hjá HB, sum æt Johan Nielsen, varð skiftir inn, men eftir fimm minuttir varð hann borin av vøllinum. Eg haldi at HB endaði dystin við átta monnum, so tað gekk hart fyri seg.

- Dysturin var annars sera spennandi. Í hálvleikinum stóð á jøvnum, 1-1, men í seinna hálvleiki fekk HB so enn eitt mál. Hetta kom, eftir at linjuverjin hevði veittrað fyri rangstøðu. Mest sum til stuttleikar trillaði John Eysturoy bóltin í málið, og tá bólturin var í málinum, peikaði Magnus Kjelnes á miðjuna, og so kom øði í menninar.

- Alt endaði so við, at umdystur skuldi spælast, men HB vann so eisini hendan dystin 2-1.


Vit vinna 3-1

Hóast bólturin mátti leggjast á hillina orsaka einum skað longu í ?71, so hevur Árni á ongan hátt lagt alskin til B36 til viks.

Hann er nevndarlimur í felagnum, og hevur alla tíðina fylgt væl við liðnum. Ikki minst hetta kappingarárið, sum tykist gera eitt hitt besta hjá felagnum nakrantíð.?

Gullið er bert tvinni stig burtur, og spurdur, um hann roknar vuð, at hesi koma sunnudagin, sigur Árni, at tað er hann vísur í, og um tey ikki koma nú, so koma tey komandi sunnudag

- Eg havi faktist ongan tíð verið bangin fyri dystunum móti HB. Sjálvandi kunnu teir tapa, men hinvegin var eg nógv meira bangin um dystin, sum liðið spældi vesturi í Vágunum, tí har hevur B36 altíð havt trupulleikar.

- Eisini haldi eg, at B36 í ár hevur havt besta liðið, og tó at trupulleikar hava verið í fleiri dystum, so ivist eg ikki í, at vit gerast meistarar, heldur hann.

Áðrenn vit enda prátið, so spyrja vit eisini Árna, hvat hann heldur, úrslitið fer at verða sunnudagin, og hesum er hann ikki bangin fyri at svara.

- Eg veit væl, at summum ikki dámar at gita um úrslit. Kanska eru tey bangin fyri at gita skeivt, men tað leggi eg einki í. Eg gitt, at B36 fer at vinna 3-1.