Roknast kann við hálku í kvøld

Í dag legði kavin seg aftur ymsa staðni í Føroyum, og nógvi kuldin elvir til hálku kring landið. Tað hevur verið sera hált í høvuðsstaðnum fyrr í kvøld, men nú er frægari.

 

Landsverk boðar frá hálku á Oyggjarvegnum við Norðadalsskarð. Samstundis sigur Landsverk, at tað kann roknast við hálku við Gjáarskarð, á Tjørnuvíkarvegnum og á Brekkuni Stóru, Sandoy.