Rokningin fyri oljudrivna dreymasamfelagið fer at koma

Í 2009 samtykti Føroyar ein umhvørvispolitikk sum segði, at fram til 2020 skuldi Føroyar minka sítt útlát við 20% í mun til útlátið í 2005.

 

Tað var vón fyri framman; eitt stig á røttu kós. Men hetta bleiv skjótt til einkis.

 

Hóast mong føgur orð hava verið um umhvørvið í løgmansrøðum og líknandi, hava tølini leingi gingið skeivan veg.

 

Í 2019 byrjaði veðurlagsátakið “Fridays for Future”, har fólk kring allan heimin brúktu sínar fríggjadagar til at varpa ljós á órættvísi og ábyrdgarloysi hjá politisku skipanunum; fólk høvdu fingið nokk.

 

Í 2020 var úrslitið av veðurlagspolitikkinum ein hækkan á útlátinum við 93% síðani 2005. “Veðurlagspolitikkurin” sum skuldi bera Føroyar inn í eina grøna framtíð, hevði lítla og onga ávirkan.

 

Heldur enn eitt stig fram, vóru vit farin fimm stig aftur.

 

Hvussu kundu Føroyar svíkja okkum á hendan hátt?

 

Ofta havi eg kent meg hjálparsleysa og sæð meg sjálva sum størsta fíggindan, men veruleikin er tann, at eg kann ikki bjarga Jørðini við at takka nei til plastsúgvirør. Eg havi ongan kjans at síggja útlátið á hvørjari einstakari vøru í Bónus, og meðan eg píski meg sjálva fyri at hava keypt okkurt óneyðugt, standa risafyritøkur fyri einum risastóran parti av samlaða útlátinum.

 

Umhvørvisátøk møta nógvari mótstøðu fyri ávirkanina, tey koma at hava á borgaran, men rokningin fyri oljudrivna dreymasamfelagið, har umhvørvispolitikkur einans merkir ikki at tveita bommpappír í hagan, fer at koma. Spurningurin er bara, hvør stendur eftir við henni, og hvussu høg rentan verður.

 

Fólk hava leingi staðið trúgv uttanfyri Løgtingið til veðurlagsverkføll, men veðurlagskreppan hvørvur ikki, tá tey eru farin aftur til dagligdagin.

 

Ov ofta verða umhvørvisatlit ein eftirtanki, tá seriøsur politikkur verður førdur. Men næstan allar avgerðir hava ávirkan á umhvørvið, og tað átti at verið sjónligt í lóggávu okkara.

 

Ein veðurlagslóg hevði tryggjað, at umhvørvið ikki kundi setast til síðu í politiskum avgerðum. Tá hevði ikki verið møguligt at skúgva umhvørvið til viks, og mál høvdu verið rokkin.

 

Tað er eingin ivi um, at Føroyar einaferð skulu gerðast 100% grønar; spurningurin er bara, um vit taka avgerðina, ella um hon verður tikin fyri okkum.

 

Eftir mínum tykki er tað einfalt; avgerðin skal vera okkara og hon skal takast.Føroyar skulu vera undangonguland.

 

Átøkini, vit gera ella ikki gera nú, koma at leggja spor inn í framtíðina.

 

Eg havi hoyrt nokk av ”Men hvat kunnu vit broyta sum brúkarir”. Tíðin er komin til politiska broyting.

 

Fyri at rødd mín skal standa eftir, tá eg ikki eri í verkfalli, fari eg at leggja ein stein við mínum boðskapi uttanfyri Løgtingið. Vónandi verði eg ikki tann einasta.

 

Saman eru vit nógv. Okkara orð skula ikki hvørva í tunna luft; saman kunna vit seta spor í Føroyar.