John Johannessen
Yvirlitið yvir útreiðslur av føroyingum, danska stjórnin legði fyri landsstýrið á samráðingarfundinum um ríkisrættarligu støðu Føroya 17. mars, var eitt arbeiðsskjal, sum landsstýrið skuldi gera sínar viðmerkingar til.
Talan var ikki um eitt krav frá donsku stjórnini um, hvørjar útreiðslur føroyingar skulu taka yvir, fáa vit fullveldi.
Hetta vísir danski forsætisráðharrin, Mogens Lykketoft, á í svari til skrivligan fyrispurning, Jóannes Eidesgaard setti honum, beint eftir, at tølini vóru almannakunngjørd.
Misskilt
Mogens Lykketoft vísir á, at skjalið er misskilt í føroysku miðlunum. Orsøkin er, at skjalið er almannakunngjørt í Føroyum uttan tær viðmerkingar, landsstýrið gjørdi til skjalið, eftir at tað var komið á samráðingarborðið.
Skjalið varð bæði í Føroyum og í Danmark lagt fram sum eitt yvirlit yvir, hvat føroyingar kosta dønum. Víst var á útreiðslur av donskum pensjónum til føroyingar í Føroyum, og farið varð eisini so langt, sum at vísa á, hvørjar útreiðslur danir hava av føroyingum, sum hava fastan bústað í Danmark. Í hesum sambandi varð millum annað víst á dagpening, arbeiðsloysisstuðul og annað líknandi. Einki varð nevnt um skattainntøkur og annað av føroyingum í Danmark.
Tí spyr Jóannes Eidesgaard í fyrispurningi sínum, hvat endamálið er við roknistykkinum.
Greið viðurskifti
Mogens Lykketoft ger í svarinum til Jóannes Eidesgaard greitt, at lisitin er gjørdur fyri at gera greitt, hvussu býtið av útreiðslunum er í einari støðu, har føroyskt fullveldi merkir, at ríkisfelagsskapurin og felags ríkisborgararætturin heldur uppat.
Danski fíggjarmálaráðharrin sigur, at føroyskt fullveldi merkir serligan ríkisborgararætt, og eigur hetta at roknast upp í faktuella grundarlagi fyri skiftistíð.
Tó vísir Mogens Lykketoft á, at stjórnin hevur gjørt lagt sær í geyma, at landsstýrið ikki ynskir broytingar í hesum viðurskiftum, hóast Føroyar fáa fullveldi. Men samstundis sigur hann, at hetta er ein spurningur, samráðast skal um.
Føroyingar hava týdning
Mogens Lykketoft sigur í endanum í svarinum til Jóannes Eidesgaard, at stjórnin er samd við føroyingum í, at føroyingar búsitandi í Danmark geva nóg, bæði fíggjarliga og menniskjaliga til danska samfelagið.