Tað er Absalon Absalonsen, sum leggur sendingina til rættis, ið verður klokkan 21 í kvøld, týskvøldið.
Jóan Petur Joensen, ella Jóan Petur hjá Mouritsi, sum hann vanliga varð nevndur, var vágbingur, føddur 19.juni 1894 og andaðist umborð á Saksaberg í Grønlandi 24. mai í 1964.
Hann fór fyrsta túrin til skips 12 ára gamal og fór 21 ára gamal at føra skip, men longu annan túrin sum skipari, vórðu teir niðurskotnir av týskum kavbáti á Føroya Banka.
Honum gekst óføra væl at fiska og í 1931 setti hann met í fiskiskapi við Yvonnu, tá ið teir høvdu 3.100 skippund, sigu Absalon Absalonsen.
Eitt skippund er 160 kilo, so hetta árið var veiðan við snøri tilsamans heili 496 tons.
- Tað var einastu ferð eitt føroyskt skip fekk yvir 3.000 skippund í eitt ár við snøri, leggur Absalon Absalonsen afturat.
Jóan Petur hjá Mouritsi var eisini tiltikin sjómaður.
Í 1936 fingu teir ein skaðasjógv á Kappanum og mistu bæði róður og skrúvu, og fingu eisini stóran leka. Men teir megnaðu at koma til lands við beru seglum.
Tað, sum eisini eyðkendi hann var, at hann var lítillátin, sáttligur, gudrøkin og dámligur.
|
- Varð hann spurdur, hvussu tað bar til at hann altíð fiskaði so væl, gav hann Gudi æruna. Men so legði hann afturat: Eg havi so gott fólk við mær.
Tað er á Rás2 klokkan 21 í kvøld.