Fótbóltur
Tað nærkast teimum heilt avgerandi dystunum í Champions League bólkaspælinum.
Ofta plagar fjórða umfarið at vera umfarið, har nøkur av liðunum tryggja sær atgongdina til knock-out partin av kappingini, men í gjár var hetta bert galdandi fyri Barcelona..
Vucinic feldi Chelsea
Í bólki A hevði Chelsea annars møguleika at bíleggja sær atgongumerkið víðari í kappingini, tá teir spældu í Rom móti Roma.
Roma hevur havt sínar trupulleikar í ár. Luciano Spaletti hevur kent seg kroystan í venjarasessinum, og fyrstu longu løtuna av dystinum bendi einki á nakað annað, enn at gestirnir skuldu fara við øllum.
Men burtur úr ongum fekk Roma brádliga mál, tá Panucci hevði sníkt seg framvið, og seinni hálvleikur var ikki meira enn byrjaður, áðrenn Vucinic fyrst høgdi eitt dreymaskot í netið og síðani breyt ígjøgnum og økti til 3-0. At Deco fekk sítt seinna gula kort, gjørdi ikki lagið hjá teimum bláu betri, tó at teir enn hava allar møguleikar at spæla seg víðari í kappingini. Ikki minst tí Roma og Bordeaux enn hava eina innanhýsis uppgerð eftir á skránni.
Liverpool óheppið og heppið
Á Anfield í Liverpool stóð nógv á hjá vertunum. Liverpool hevði størsta trýstið, men eftir at Maxi Rodrigues fyri steðgin legði gestirnar úr Madrid á odda, gjørdist talan um kapprenning móti tíðini hjá teimum reyðu.
Ta einu ferðina hildu teir seg eisini eiga brotsspark, men dómarafloytan tagdi. Tað gjørdi hon tó ikki eftir 94 minuttum, tá sjónvarpsmyndirnar als ikki talaðu fyri brotssparki.
Gerrard legði tó líka í, og við tryggari skoring syrgdi hann fyri, at talan ikki gjørdist um tap á heimavølli.
Bæði Liverpool og Atlético liggja tó sera væl fyri í bólki D, har Marseille og PSV Eindhoven tykjast hava útspælt sín leiklut.
Cypriotar halda fast
Í Bólki B hevur Anarthosis Famagusta higar til tikið øll á bóli. Og aftur hesa ferð kom stig burturúr. Inter var annars tvær ferðir á odda, men eftir steðgin var Famagusta á odda eitt skifti, áðrenn Inter bjargaði sær stig.
Famagusta stríðist her við Werder Bremen og Panathinaikos um sessin aftan fyri Inter, og við einum úti- og einum heimadysti eftir, samstundis sum hini bæði skulu takast við Inter og innanhýsis, hevur cypriotiska sensatiónin avgjørt sínar møguleikar.
Í so máta er spenningurin minni í bólki C, har Barcelona er víðari, og har Sporting bert vantar eitt stig, áðrenn teir eisini eru víðari. Í gjár var talan tó um vónbrot á Camp Nou, har Basel fekk sítt fyrsta stig, men meira enn tí sama hevði Barcelona nú heldur ikki tørv á.