Roberto Di Matteo er ikki longur venjari hjá Chelsea. Hóast hann vann Champions League og FA Cup við liðnum í summar, so er tað ikki nokk til at bjarga starvinum.
Chelsea tapti í gjár 3-0 fyri Juventus í Champions League. Verandi meistarnir eru nú í stórum vanda fyri ikki at vinna seg víðari úr bólkaspælinum. Í Premier League byrjaði tað væl, men seinastu dystirnar hevur ikki gingið eftir ætlan.
Tað hevur nú fingið Roman Abramovich til at koyra Roberto Di Matteo, sum tók við eftir Andre Villas Boas mitt í farna kappingarári.
Chelsea boðar frá, at teir kunngera hvør verður nýggjur venjari heilt skjótt. Millum nøvnini, ið verða sett í samband við heita stólin á Stamford Bridge eru Josep Guardiola og Rafael Benitez. Komandi venjarin verður tann níggjundi síðani Roman Abramovich keypti Chelsea í 2003.