Ronaldinho og Eto'o sameinast aftur

Fyrrverandi Barcelona-stjørnurnar skulu spæla saman aftur

Nógvar álopsstjørnur hava spælt í Barcelona gjøgnum tíðina. Í dag eita álopsstjørnurnar hjá Barcelona Neymar, Suarez og Messi. Fyri 10 árum síðani vóru tað kamerunski Samuel Eto'o og brasilski Ronaldinho, ið ráddi fyri borgum í álopspartinum hjá katalanska stórfelagnum. Nú eru mong ár síðani teirra stórtíð, men leikararnir báðir spæla fótbólt enn. Nú er líkt til, at teir verða sameindir.

 

Sambært turkiskum miðlum er turkiska Antalyaspor á markinum til at kunngera Eto'o og Ronaldinho sum nýggjar leikarar til felagið. Felagið er sera væl fyri fíggjarliga, og tað skal eisini til, um tvær slíkar stjørnur skulu tíma til Turkalands at spæla.

 

Ronaldinho umboðaði seinast meksikanska Queretaro, meðan Samuel Eto'o hevur italska Sampdoria sum sítt seinasta felag. Leikararnir eru ávíkavist 35 og 34 ára gamlir.