Ronaldo á beinkinum sá avloysara skjóta Portugal víðari

Ronaldo á beinkinum sá avloysara skjóta Portugal í fjórðingsfinalu

 

Goncalo Ramos loysti Cristiano Ronaldo í byrjunaruppstillingini og kvitteraði við trimum málum ímóti Sveis. Her jublar hann eftir triðja málið og fimtu skoring hjá Portugal í dystinum. - Foto: Jewel Samad/Ritzau Scanpix

Eitt umbroytt Portugál spældi sín besta dyst í HM við Goncalo Ramos sum stóru opinberingini

 

Portugál er tilreiðar til fjórðingsfinaluna, og atgongumerki fekk Portugál í einum av bestu avrikunum leingi.

Í einum dysti, sum frammanundan sá javnur út á pappírinum, spældu portugisar við Sveis og vunnu 6-1.

Tað hendi á kvøldinum, har Ferando Santos, landsliðsvenjari, gjørdi tað heilt óvanliga ikki at hava Cristiano Ronaldo á beinkinum. Á útskiftingarbeinkinum kundi tann aldrandi superstjórnan síggja liðfelagarnar spæla sum hamskiftir.

Beinleiðis avloysari hansra, Benifica-áleyparin Goncalo Ramos, fekk eitt HM gjøgnumbrot við trimum málum og einum framúr avriki. Eisini álopsmakkarin Joao Felix spældi ein góðan dyst.

Ramos sparkaði dystin í gongd við einum kanónmáli eftir 12 minuttir. Úr spískum vinkli snúði hann ein hálvan umgang og buldraði bóltin upp í nærmasta málhorn.

Sveis hevði Yann Sommer aftur í málinum, men sprellimaðurin úr Mönchengladbach kundi einki gera við kanónkúluna frá Ramos.

Eftir eitt sindur meira enn einum hálvum tíma bleiv tað 2-0, tá Pepe skallaði bóltin í netið eftir horna.

39 ára gamli Pepe gjørdist næstelsti málskjúttin í HM søguna. Bara Roger Milla úr Cameroun var við sínum 42 árum eldri, tá hann skoraði við HM í 1994.

Nú vóru góð ráð dýr fyri Sveis í steðginum, tá landsliðsvenjarin Murat Yankin royndi seg við eini útskifting og einum formatiónsbroyting. Men líka lítið hjálpti.

Tíggju minuttir inni í øðrum hálvleiki vórðu tvey mál til fýra, og sveisar vóru á veg at fáa ein ordans bank.

Fyrst økti Ramos til 3-0 eftir innlegg frá Diogo Dalot. Og stutt eftir bankaði Raphael Guerreiro bóltin upp í nettakið.

Art Manuel Akanji fekk minkað til 1-4 eftir horna, fekk ongan týdning – heldur ikki fyri tey mongu viðhaldsfólkini hjá Portugal á stadion, sum fóru at rópa eftir Ronaldo.

Áðrenn Ronaldo á beinkinum slapp at luttaka í gildinum, settir Gonacalo Ramos krúnuna á verkið við at skora til 5-1 eftir upplegg frá Joao Felix.

Ramos var fyrsti leikarin, sum skoraði trý mál í sama dysti í HM í Qatar. Stutt eftir var hann saman við tveimum øðrum skiftur út, tá Cristiano Ronaldo var settur á vøllin.

Móti dystarloki fekk Ronaldo eisini bóltin í netið. Tað var tó frá eini greiðari rangstøðu, og málið var ikki viðurkent.

Men so skoraði Rafael Leaos til 6-1 í yvirtíðini, Úr vinstru síðu av brotsteiginum snúði Leao bóltin hegnisliga yvir í mótsættu síðu á málinum.

Portugal skal í fjórðingsfinaluni leygardagin spæla í móti tí óvæntaða Marokko.

/ritzau/

 

 

Goncalo Ramos loysti Cristiano Ronaldo í byrjunaruppstillingini og kvitteraði við trimum málum ímóti Sveis. Her jublar hann eftir triðja málið og fimtu skoring hjá Portugal í dystinum. - Foto: Jewel Samad/Ritzau Scanpix