Real Madrid stjørnan hevur avvíst einum handli, sum hevði kostað Manchester City 150 milliónir pund ella 1,27 milliardir krónur. Somuleiðis bjóðaði Manchesterfelagið spælaranum 15 milliónir krónur í mánaðarløn.
Tað veit enska blaðið The Sun at siga í dag.
Men Ronaldo hevur ikki hug at fara til Manchester City.
Eg fari ikki til City, tað svørji eg. Pengar hava ikki alt at siga, sigur Ronaldo.
Um alt snúði seg um pengar, kundi eg havt tvífalt tað, eg havi nú. Tað týdningarmesta er, hvussu fólk uppføra seg, og eg eri væl viðfarin her og eri fegin um at vera her í Real Madrid, sigur Ronaldo.
Tað er heldur ikki so, at hann líður nakra neyð. 115 milliónir um árið kláran man seg vælsaktans við.
Hinvegin má sigast, at hann hevur gjørt sína skyldu í Real Madrid, har hann í ár hevur skotið met nógv mál, heili 54 farna kappingarár. Tilsamans hevur hann skotið 87 mál í 89 dystum síðani hann varð keyptur av Real Madrid frá Manchester United fyri 80 milliónir pund fyri tveimum árum síðani.