Í gjár vann Real Madrid 2-1 á Bayern Munchen í fyrru hálvfinaluni í Champions Leagu. Hóast Cristiano Ronaldo ikki skoraði, so setti hann nýtt met sum tann spælarin, ið hevur vunnið flest dystir í kappingini nakrantíð.
Tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð í Munchen, var tað 96 ferð, at Cristiano Ronaldo hevur verið á vinnandi liðnum í einum Champions League dysti. Hann tekur metið frá Ike Casillas, sum í nógv ár stóð í mál hjá júst Real Madrid, men í dag verjir málið hjá FC Porto.
Cristiano Ronaldo spældi fyrstu árini við Manchester United, har hann millum annað var við til at vinna kappingina í 2008, og var í finaluni í 2009. Síðani hevur hann spælt við Real Madrid, sum hevur vunnið Champions League tríggjar ferðir í tí tíðarskeiðnum.
33 ára gamli portugisin hevur spælt samanlagt 151 dystir í Champions League. Farna kappingarár gjørdi Real Madrid fyrsta felagið, sum hevur megnað at vinna kappingina tvær ferðir upp í slag, eftir at hon skifti navn í 1992.
Við sigrinum í gjár, er Real Madrid saman við Liverpool favorittar at koma í finaluna. Liverpool vann týskvøldið 5-2 á heimavølli móti AS Roma.
Sigrar í Champions League:
Cristiano Ronaldo 96
Iker Casillas 95
Xavi 91
Raul 79
Andres Iniesta 79