Kenda amerikanska tíðarritið "Forbes Magazine" hevur kunngjørt ein lista yvir hvørji heimsins ítróttarfólk eru,, og er tað Cristiano Ronaldo, sum kanska verður at síggja á vølli í Føroyum í oktober, sum er heimsins ríkasta ítróttarfólk sambært listanum hjá Forbes Magazine.
Sambært listanum hjá Forbes Magazine vinnur Cristiano Ronaldo eina upphædd, sum svarar til 570 miljónir krónur í okkara peningi um árið. 360 miljónir eru løn frá Real Madrid, meðan 210 miljónir eru inntøkur frá sponsoravtalum.
Lionel Messi er nummar tvey við einari inntøku, sum svarar til 526 miljónir krónur í okkara peningi. Kurvabóltsspælarin, LeBron James er nummar trý á listanum. Tennisspælarin, Roger Federer er nummar fýra á listanum.
Lítil javnstøða er á hesum listanum hjá Forbes Magazine. Tennisspælarin, Serena Williams, sum er tann kvinnan, sum vinnur mest pening í ítróttarheiminum liggur bara á einum 40. plássi á listanum hjá Forbes Magazine. Serena Williams vinnur "bara" eina upphædd, sum svarar til 287 miljónir krónur í okkara peningi um árið, sambært Forbes Magazine.