info
Ongi úrslit

Ronaldo fekk ikki málið – men ein sigur

HM 2022: Portugal er víðari og tað er hørð kapping um annað plássið í bólkinum

Tróndur Arge
29. november 2022 kl. 15:06

Portugal vann á Uruguay og er víðari úr bólkaspælinum. Uruguay skal nú vinna seinasta dystin í bólkaspælinum, fyri at hava nakran møguleika, at koma víðari. Gana feldi Suðurkorea og kann helst við javnleiki tryggja sær víðari luttøku, um ikkki Suðurkorea vinnur á Portugal.

Portugal – Uruguay 2-0 (0-0)

1-0 Bruno Fernandes, 54

2-0 Bruno Fernandes, 90+3 br

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í gjárkvøldið, tá tveir av minni avbjóðarunum til HM-steypið møttust. Portugal við Cristiano Ronaldo á odda móti Uruguay við Edinson Cavani og Luis Suarez.

Portugal var omaná, meðan Uruguay hevði ilt við at fáa spælið at hanga saman. Tað gekk millum annað illa at fáa bóltin fram til Darwin Nunez í álopinum. Tíggju minuttir inn í seinna hálvleik kom hol á.

Bruno Fernandes sendi innlegg innfyri, sum Cristiano Ronaldo var ein sentimetur frá at raka. Hetta órógivaði málverjan og bólturin endaði í málinum. Cristiano Ronaldo royndi sum best at fegnast sum ein málskjútti, men FIFA hevur staðfest, at Bruno Fernandes verður skráttur sum málskjútti.

Í yvirtíðini staðfesti sami Bruno Fernandes sigurin við brotssparki til 2-0. Her var stór ósemja um brotssparki, men eftir ein túr til VAR-skermin valdi dómarin at bríksla fyri brotssparki. Portugal er nú víðari.

Suðurkorea – Gana 2-3 (0-2)

M. Salisu, 24

M. Kudus, 34

J. Gue-sung, 58

J. Gue-sung, 61

M. Kudus, 68

Tað var dramatikkur og mál í hesi uppgerðini. Gana kom á odda 2-0 í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki javnaði Suðurkora, áðrenn Mohammed Kudus skoraði fyri aðru ferð. Miðvallarin hjá Ajax er eitt navn at halda eyguni við.

Bólkur H:

1: Portugal 6

2: Gana 3

3: Suðurkorea 1

4: Uruguay 1

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Skagerak: Fýra sluppu av brennandi fiskiskipi

4 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ heldur fast í oddasessinum - Mors Thy tapti í Aalborg

4 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Marita og liðfelagarnir taptu í Kroatia (Champions League)

5 tímar síðan
Fótbóltur

FM-vinnararnir mistu stig á heimavølli

6 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: Víkingur - AB

7 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin brendi brotsspark - Liðið hjá Jóhannu vann toppdystin

7 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ - 07 Vestur

8 tímar síðan
Fótbóltur

Nýggi álops­spæl­ar­in hjá Vík­ingi var tví­fald­ur mál­skjútti

8 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Óla og Jóhan vunnu sínar dystir

8 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: B36 - Skála

9 tímar síðan
Tíðindi

Bodø: Hava funnið líkið av manni sum koppaði á vatnskutara

9 tímar síðan
Fótbóltur

HB er á veg út í Europa

9 tímar síðan