Ronaldo heldur lítið um Danmark

Christiano Ronaldo, sum er heimsins dýrasti fótbóltsspælari ivast ikki í, at Portugal fer at sigra á Danmark í Parkini í Keypmannahavn leygardagin. Sjálvur var Ronaldo ikki við, tá Portugal á heimavølli tapti 2-3 ímóti Danmark í fjør heyst.

 

Ronaldo, sum hevur eina tímaløn uppá 10.000 kr. ivast ikki í, at Portugal megnar at spæla seg til HM-endaspælið í Suður-Afrika. Samstundis heldur Ronaldo, at danska landsliðið manglar klassa. - Tá eg fyrr hugsaði um Danmark, so hugsaði eg um Michael Laudrup og Peter Schmeichel. Teir vóru nakrir fantastiskir, altjóða profilar, sum øll høvdu stóra virðing fyri. Eg meti ikki, at Danmark hevur slíkar altjóða klassaspælarar í dag. Teir hava eina góða kollektiva eind, og hava ein dugnaligan venjara, og tað hevur eisini nógv at siga, undirstrikar Ronaldo.

 

Kortini heldur Ronaldo, at Arsenal-framherjin, Nicklas Bendtner hevur potentialið til at gerast ein klassaspælari.