Ronaldo hevur tangerað enn eitt met

EM 2020: Cristiano Ronaldo heldur fram at seta met. Hann er nú deildur landsliðsmálskjútti

Cristiano Ronaldo skoraði í dag tvey mál, tá Portugal spældi javnleik 2-2 móti Fraklandi. Hetta vóru hansara mál nummar 108 og 109 fyri Portugal.

 

Tað merkir, at hann nú er deildur landsliðstoppskjútti saman við Ali Daei úr Iran. 36 ára gamli áleyparin hevur til hetta endaspælið sett met, sum tann spælarin, ið hevur skorað flest mál samanlagt til EM-endaspøl.

 

Fyrst tangeranði hann metið hjá Michel Platini, sum skoraði 9 mál til EM í 1984. Hann hevur nú skorað 13 mál til EM-endaspøl. Næstu ferð hann skorar fyri Portugal, er hann tann landsliðsspælarin, ið hevur skorað flesta mál nakrantíð.

 

Fýra av málunum eru komin móti Føroyum. Eitt á Tórsvølli, tá Portugal vann 6-0 í 2016, og trý í Porto árið eftir. Tá vann Portugal 5-1.

 

Landsliðstoppskjúttar:

 

109 mál: Ali Daei (Iran) – 149 landsdystir

 

109: Cristiano Ronaldo (Portugal) – 177 landsdystir

 

89: Mokhtar Dahari (Malaysia) – 142 landsdystir

 

84: Ferenc Puskás (Ungarn) – 85 landsdystir

 

79: Godfrey Chitalu (Zambia) – 111 landsdystir

 

78: Hussein Saeed (Irak) – 137 landsdystir

 

77: Pelé (Brasil) – 92 landsdystir

 

76: Ali Mabkhout (Arabisku Emiratirnar) – 92 landsdystir

 

75: Sándor Kocsis (Ungarn) – 68 landsdystir

 

75: Kunishige Kamamoto (Japan) – 76 landsdystir

 

75: Bashar Abdullah (Kuwait) – 134 landsdystir