Ronaldo kann seta met

Bara trý mál er brasilski Ronaldo frá at skriva seg í søgubøkurnar sum mest skorandi spælarin í HM-søguni. Ronaldo, sum longu eigur tvey HM-gullmerki, kom ongantíð á vøllin, tá hann sum 16 ára gamal var partur av brasilska HM-hópinum í 1994. Í 1998 skeyt hann fýra mál, tá talan gjørdist um silvur, og í 2002 skeyt hann átta mál, tá talan aftur gjørdist um gull til Brasil. Mest skorandi spælarin í HM-søguni er týski Gerd Müller, sum í 1970 og 1974 skeyt 14 mál. Flestu málini í einum endaspæli skeyt franski Just Fontaine, sum í 1958 skeyt ikki færri enn 13 mál.