Ronaldo stútaði Portugal í hálvfinaluna

Cristiano Ronaldo var stóran hetjan fyri portugisar, sum nú eru klárir til hálvfinaluna eftir at teir í kvøld vunnu 1-0 á Kekkia. Cristiano Ronaldo skoraði einsamalla málið tíggju minuttir fyri tíð.

 

Portugal var favorittur undan dystinum, men eina løtu í fyrra hálvleiki var Kekkia omaná leikliga, men tað bleiv ikki umsett til royndir á mál. Í hinum endanum var Cristiano Ronaldo væl upplagdur og var íblandaður tí mesta sum Portugal hevði í álopspartinum.

 

Tættast við var liðskiparin, tá hann hegnisliga vendi sær inni í kekkiska brotsteiginum, men skotið fór á stongina. Portugal mátti skifta einsamalla framherjan, Helder Postiga, út við skaða í fyrra hálvleiki.

 

Seinni hálvleikur byrjaði við at Cristiano Ronaldo rakti stongina við einum av sínum eyðkendu fríspørkum. Portugal hevur nú rakt stengurnar seks ferðir, tað er met fyri eitt líð í einum EM endaspælið.

 

Tíggju minuttir fyri tíð kom avgerandi støðan í dystinum. Joao Moutinho legði bóltin innfyri úr hørgu og innfyri var Cristiano Ronaldo fyrstur á og stútaði bóltin í mál. Kekkia megnaði onagntíð at hótta málið hjá Portugal.

 

Samanumtikið var talan um ein uppibornan sigur til Cristiano Ronaldo og Portugal.

 

EM 2012 fjórðingsfinala:

 

Kekkia - Portugal 0-1 (0-0)

0-1 Cristiano Ronaldo, 79

 

Kekkia: 4-2-3-1

Cech - Gebre Selassie, Sivok, Kadlec, Limbersky - Hubschman (Pekhart 86), Plasil - Jiracek, Darida (Rezek 61), Pilar - Baros.

Á bonkinum: Lastuvka, Suchy, Hubnik, Necid, Rosicky, Petrzela, Rajtoral, Kolar, Lafata, Drobny.

 

Portugal: 4-3-3

Rui Patricio - Joao Pereira, Pepe, Bruno Alves, Fabio Coentrao - Meireles (Rolando 88), Veloso, Joao Moutinho - Nani (Custodio 84), Postiga (Almeida 40), Ronaldo.

Á bonkinum: Eduardo, Quaresma, Nelson Oliveira, Ricardo Costa, Ruben Micael, Varela, Miguel Lopes, Hugo Viana, Beto.

 

Dómari: Howard Webb (Ongland)