Ronaldo trein á EM-pallin

Umbidna stjørnan spældi ein avgerandi leiklut, tá ið hann og Portugal vunnu 3-1 á Portugal í gjár

FÓTBÓLTUR

 

Portugal helt í gjár fram við góða spælinum, sum teir hava víst í EM higartil. Kekkia leitaði eftir góða spælinum, eftir at teir høvdu framt eitt heldur linligt avrik ímóti Sveis. Kekkia leikti væl til tíðir, men portugisiska maskinan koyrdi ov væl til at Kekkia kundi fylgja við

 

Ronaldo á muni

Nógv verður tosað um, í hvørjum felag framtíðin hjá Ronaldo liggur. Tað er tó vist, at hann undir EM umboðar Portugal, og her hevur hann gjørt góðan mun. Eftir at hava sæð lítið til Ronaldo í fyrra dystinum, trein hann av álvara á EM-pallin, tá ið hann var við til at tryggja Portugal 3-1 sigurin á Kekkia í gjár. Hann skeyt sjálvur málið til 2-1, tá ið hann við fløtum skotið legði bóltin framvið Petr Cech. Hann var eisini heilin handan málinum til 3-1, tá ið hann vinarliga gav Ricardo Quaresma, eftir at teir báðir vóru púra leysir við kekkiska málverjanum.

 

Flúgvandi FCK-leikari

Síðsta summar kunngjørdi FCK, at teir høvdu keypt kekkiska landsliðsleikaran, Libor Sionko, úr Glasgow Rangers. Í skotska felagnum fall hann ikki væl til, og valdi síðan at skifta til donska FCK. Her hevur hann staðið seg væl, og eisini við ársins EM hevur hann verið sera eyðsýndur á kekkiska landsliðnum.

31 ára gamli Libor Sionko hevur sáttmála við FCK fram til komandi summar, men heldur góða gongd hansara í EM fram, er væl hugsandi, at hann verður eftirspurdur í Evropa. Hetta plagar júst at vera eitt av vørumerkjunum hjá FCK.