Lutakast til komandi HM undankapping var í gjár. Føroyar eru til komandi HM undankapping í bólki saman við Portugal, Sveis, Ungarn, Lettlandi og Andorra.
Varaliðskiparin á føroyska landsliðnum, Atli Gregersen, er sum heild væl nøgdur við lutakastið.
- Eg haldi at talan er um eitt gott lutakast hjá okkum. Vit eru kanska eitt sindur óhepnir við at fáa Sveis úr potti tvey, tí eg hevði heldur ynskt at fingið Danmark ella Ísland ístaðin.
- Tað er eisini stuttligt at Portugal og Cristiano Ronaldo koma til Føroyar, og eg ivist onga løtu í, at Cristiano Ronaldo væntar at skora eini trý mál ímóti Føroyum, sum hann tó ikki fer.
Atli heldur eisini at møguleikarnir fyri at fáa stig í komandi HM undankapping eru góðir.
- Vit spældu móti Ungarn í oktober mánað í fjør, og skuldu havt vunnið dystin. Og vit hava áður vunnið ímóti Estlandi og Litava, so vit eiga sjálvandi at hava góðan møguleika móti Lettlandi. Somuleiðis hava vit eisini eingóðan møguleika móti Andorra.
Atli Gregersen er eisini væl nøgdur við, at ferðingin ongantíð verður serliga lang til komandi HM undankapping. Hann væntar eisini, at hetta kemur at gera, at fleiri føroyskir áskoðarar koma at vera við til allar útidystirnar hjá føroyska landsliðnum.