Aftaná dystin millum Aston Villa og Manchester United á Villa Park leygardagin, varð Manchester United venjarin, Alex Ferguson ógvuliga ivasamur, um Christiano Ronaldo fór at verða tøkur teir komandi dystirnar, tí tað sá einki út hjá portugisiska landsliðsspælaranum. Men tað vísir seg, at talan ikki er um ringan skaða. Ronaldo hevur vant við United-hópinum í morgun, og nógv talar fyri, at hann verður við í oddabrakinum millum Villareal og Manchester United í bólki E, sum verður spældur á Estadio el Magrigal leikvøllinum í annaðkvøld kl. 19.45.
Darren Fletcher vandi eisini við í morgun. Hann hevur havt ein knæskaða. Dimitar Berbatov og Gary Neville eru ikki tøkir. Ivi er um Danny Welbeck.
Manchester United og Villareal hava bæði 8 stig aftaná 4 dystir. Celtic og AaB hava 2 stig, tey møtast í Aalborg í annaðkvøld.