Gjøgnum alla hesa øldina hevur Cristiano Ronaldo verið ein fantastiskur fótbóltsleikari. Men nú er tann skjótt 38 ára gamli Ronaldo ikki heilt á tí støðinum hann var á ígjøgnum fleiri ár.
Nú er Ronaldo endaður í saudiarabiskum fótbólti, og fer at spæla við liðnum, Al-Nassr. Ikki tað fíggjarliga er talan um ein framúr sáttmála.
Aftaná Portugal reyk út úr HM-endaspælinum vandi Ronaldo á venjingarmiðstøðini hjá Real Madrid. Eitt lið sum hann umboðaði væl millum 2009 og 2018.
Spanski ítróttarmiðilin, Marca skrivar, at Ronaldo til tað seinasta vónaði, at Real Madrid fór at ringja og fór at bjóða honum ein sáttmála.
Men sambært, Marca høvdu høvuðsvenjarin hjá Real Madrid, Carlo Ancelotti og forsetin, Florentino Perez ongan áhuga í hesum.
Og ongastaðni í Evropa var nakað felag sum kundi møta høga lønarkrøvunum hjá Ronaldo. Teimum kundi Al-Nassr møta, og so endaði Ronaldo í Saudiarabia.