Rolling Stones guitarleikarin - og pápi til eitt ára gamalt tvíburðapar, fyllir 70 í dag. Ronnie Wood var føddur henda dag í 1947.
Wood byrjaði sum tónleikari av álvara í 1964 við bólkinum Birds. Seinni var hann bassleikari í Jeff Beck Group, har eisini Rod Stewart var við.
Seinni vóru Wood og Stewart partur av bólkinum Faces. Wodd var aftur á guitara tá.
Mick Jagger og Keith Richards úr Rolling Stones tóku lut, tá Ronn Wood í 1974 gav fyrstu solo útgávu sína út, nevnd I've Got My Own Album To Do.
Hetta gav Wood møguleika á guitara í Rolling Stones, tá Mick Taylor ikki var við longur.
Wood hevur leikt við mongum kendum tónleikarum, eitt nú Aretha Franklin, Pearl Jam, David Bowie, Bob Dylan, Eric Clapton. Í 2014 spældi hann í X-Factor finalu saman við One Direction.
Hóast harða rock-lívið, sum Stones limirnir eru kendir fyri, og sum ikki tykist gera teimum mun, so gavst Wood í 2016 at roykja, eftir 50 ár sum roykjari.
Hann eigur seks børn, har tey yngstu, tvíburðar, júst eru fyltir eitt ár.
Myndin sýnir Wood og Stewart á palli.