Wayne Rooney byrjar inn í kvøld, tá Ongland og Ukraina bresta saman í alt avgerandi dystinum í bólki D. Roy Hodgson hevur boðað frá, at Wayne Rooney byrjar inn eftir at hava havt leikbann í tveir dystir. Men hvør skal út, Danny Welbeck ella Andy Carroll?
Tað verða onkur broyting á enska landsliðnum til dystin í Donetsk í kvøld. Serliga er tað í álopinum, at onkur broyting verður. Wayne Rooney hevur sitið yvir tveir teir fyrstu dystirnar í bólkaspælinum við leikbanni, men er tøkur til dystin í kvøld.
Móti Svøríki byrjaði bæði Danny Welbeck og Andy Carroll inni í álopinum, men tað verðer helst ikki pláss fyri báðum í kvøld. Bretskir fjølmiðlar og viðmerkjarar meta, at tað verða Wayne Rooney og liðfelagin úr Manchester United, Danny Welbeck, sum byrja inni.
Tað er eisini upp á tal, at Theo Walcott skal byrja inni fyri James Milner á høgra vongi. Theo Walcott gjørdi góðan mun, tá hann kom inn móti Svøríki við støðuni 2-1 til Svøríki. Fyrst javnaði hann og legði síðani upp til avgerandi málið hjá Danny Welbeck.
BBC sigur tó nú, at tað helst verður James Milner, ið byrjar inni. Hann er ein hart arbeiðandi vongur og mett verður, at hann er eitt tryggari val. Ongland skal bara hava ein javnleik, so koma teir víðari. Tapa teir hinvegin, so eru teir úti. Dysturin millum Ukrania og Ongland byrjar klokkan 19:45.
Bólkur D:
Ukraina Ongland 19:45
Svøríki Frakland 19:45
Støðan í bólki D:
1 Frakland 2 3-1 4
2 Ongland 2 4-3 4
3 Ukraina 2 2-3 3
4 Svøríki 2 3-5 0