Fótbóltur
Tað tóktist annars ikki ganga nakran veg hjá Manchester United at vinna sín fyrsta útisigur móti AC Milan í stórdystinum í Champions League í gjárkvøldið.
Dysturin var ikki tríggjar minuttir gamal, tá David Beckham – sum altso spældi móti Manchester United – sendi frísparksbólt innfyri. Evra royndi at sparka burtur, men bólturin kom ikki longur enn til Ronaldinho, sum fluktaði bóltin í meskarnar umvegis beinið hjá Michael Carrick.
Og so sat Milan á tí mesta. Fleiri ferðir kundu kontra-álopini eins væl givið mál, men brádliga stóð á jøvnum, 1-1. Hetta tá Scholes var óvanliga heppin í síni skotroynd. Royndin miseydnaðist fullkomuliga, men bólturin støkk á vinstra bein, áðrenn hann smoygdi sær oman móti handara stólpa.
Eitt týðandi útivallarmál, kanska. Men á ongan hátt nóg mikið. Milan trýsti, og tvær ferðir mátti van der Saar prógva, at hann hóast síni 39 ár framvegis er ein málverji í altjóða toppflokki.
Og so var tað, at Rooney prógvaði sítt virði. Tvær ferðir stútaði hann innlegg í meskarnar, og við 1-3 á talvuni koyrdi alt rætta vegin hjá ensku meistarunum. Og hóast Seedorf móti dystarenda minkaði um munin og hóast Carrick i yvirtíini fekk sítt seinna gula kort, so skalaði hetta ikki frøina hjá liðnum. Ein sigur á útivølli móti AC Milan var úrslitið, sum øll í Manchester høvdu droymt um, og so eru útlitini fyri at gera arbeiðið liðugt heima á Old Trafford munandi betri.