Daniel Braaten er eitt heitt navn í norskum fótbólti. Álopsspælarin, sum hevur skotið nógv mál fyri Rosenborg, sigst nú at verða á veg til enskan fótbólt. Fleiri feløg í Premier League eru áhugað í álopsspælaranum, og tað verður roknað fyri vist, at Braaten í heyst fer til Onglands at spæla. Sáttmála hjá Braaten við Rosenborg gongur út eftir kappingina í ár. Fulham, Aston Villa, Everton og serliga Bolton hava víst Braaten áhuga.