Tað eydnaðist Rosenborg at vinna 3-2 á Brøndby á heimavølli, og harvið samanlagt 5-3 í UEFA Cup kappingini. Brøndby hevði ikki tey bestu kortini á hondini, tá dysturin byrjaði á Lerkendal Leikvøllinum í Tróndheimi, tí teir høvdu tapt heimadystin 1-2. Og tá bert eitt korter var farið av dystinum vísti samlaða støðan 3-1 til Rosenborg, tí tá hevði Didier Konan Ya lagt Rosenborg á odda. Men Brøndby vísti góðan moral og stríðsvilja, og 20 minuttir seinni høvdu teir gulu og bláu bæði javnað og lagt seg á odda 2-1, so samlaða støðan var 3-3. Í 2. hálvleiki setti heimaliðið ferðina upp, og teir teir hvítu úr Tróndheimi trýstu Brøndby-spælarnar nógv. Tá eitt stórt korter var eftir legði Pelu innfyri, og Per Ciljan Skjelbred stútaði bóltin í netið til 2-2. Brøndby kundi tó enn vinna seg víðari, um teir komu uppá 3-2. Men væl stuðlaðir av heimafjøldini hevði Rosenborg gott tamarhald á støðuni. 4 minuttir áðrenn leiklok var Roar Strand hildin í brotsteiginum hjá Brøndby, og dómarin dømdi brotsspark til Rosenborg. Marek Sapara var ísakaldur og setti brotssparkið trygt í netið. Rosenborg hevur hervið vunnið seg í bólkaspælið.