? Tá vit fingu tað at vita, valdu vit at spæla bóltin yvir til UEFA, sum í morgin skal geva okkum boð um, hvussu verður við okkara heimadysti, sigur Andrias Lamhauge, formaður í NSÍ, sum sjálvur er staddur í Nyon, har lutakast hevur verið fyrr í dag.
? Vit hava fortalt UEFA, at her eru tvey føroysk lið, sum samstundis skulu spæla heimadyst á sama vølli, og so vóna vit bara, at onkur loysn kann finnast, sum ger tað møguligt at fáa avgreitt heimadystinar hjá bæði okkum og B36 á skilabesta hátt.
Andrias Lamhauge sigur, at tey í NSÍ eru sera fegin um, at tey aftur í ár hava fingið møguleika at spæla sínar europeisku heimadystir á ovara vølli í Gundadali. Tað royndist eisini serstakliga væl í fjør, tá NSÍ har vann 1-0 á georgiska meistaraliðnum, Dinamo Tblisi, sum tó vann samanlagt 3-1.