Roskilde satsar upp á elbussar: Vit skulu tora

Sum fyrsta kommuna í Danmark skiftir Roskilde Kommuna allar dieselbussarnar, sum koyra í býnum, út við elriknar bussar

Tað er eitt stórt tak, men tað er rætta gongdin at skifta bussar og bilar, sum koyra fyri tað almenna, út við ymsar aðrar orkukeldur, sum ikki dálka luftina.

 

Tað heldur borgarstjórin í Roskilde Kommune, Joy Mogensen, sum umboðar Javnaðarflokkin.

 

Kommunan hevur gjørt av at seta allar dieselbussarnar og í staðin keypa elektriskar bussar. Útskiftingin umfatar bara teir bussar, sum koyra í býnum Roskilde – og ikki rutubilarnar uttan fyri býin.

 

– Tað er hetta, sum veðurlagið hevur brúk fyri. Vit eru noydd at vísa dirvi og tora at royna nýggju tøknina, sum granskað er í so leingi, sigur borgarstjórin.

 

– Vit hava brúkt nógva tíð í Roskilde at greiða fólki frá, at vit tora hetta, tí hesum hevur klimaið brúk fyri. Men tað eru eisini nakrir fyrimunir – til dømis fara bussarnir als ikki at dálka luftina í býnum. Hinvegin biða vit um eitt sindur av toli frá borgarum ta fyrstu tíðna, sigur Joy Mogensen.

 

Eindarlistin í Danmark hevur í dag lagt fram sína klimaætlan. Her verður sagt, at flokkurin vil banna nýggjum diesel- og bensinbilum frá 2025, og frá 2030 mugu bussar og bilar, sum koyra fyri tað almenna, als ikki dálka.

 

Fyrstu el-bussarnri í Roskilde byrja at koyra í apríl í ár.

 

Roskilde Kommune upplýsir, at felagið Umove, sum koyrir bussarnar fyri Movia, hevur keypt eitt stykki í Roskilde, har tey fara at byggja eina høll til allar bussarnar. Har skulu bussarnir løðast.

 

– Tað er fyrstu ferð, at hendan tøknin verður roynd á vegunum í so stóran mun, sigur Joy Mogensen og leggur dent á, at tað kann geva onkrar tøkniligar avbjóðingar á vegnum.

 

Tí verður skiftið gjørt so líðandi, og tað kann verða neyðugt at broyta ætlanina fyri umleggingina á vegnum.

 

/ritzau/